Viðm. til »Móðurmál”/Máldebatt við xenofobum o.s.fr. - Regin Eikhólm

Asbjørn Lómaklett
----

Suðringar róstir:
RE rósar í fyrru greinini suðringum fyri ikki at vanda sær um málið og heldur uppá, at tað gevur teimum nógvar fyrimunir viðv. Størvum, politikki o.a.
Hetta er at gera spurningin einfaldan til egnan fyrimun, av tí at um so er, at suðringar eru ”yvirumboðaðir” í hægri størvum, kunnu fleiri orsøkir vera til hetta. Áhugavert kundi verið hjá onkrum serfrøðingi at kanna, hví so er, um so er. Ein orsøk kann vera, at góðir lærarar og foreldur hava samstarvað væl um at fáa nógv burtur úr grundútbúgvingini, ið er fólkaskúlin, sum síðani hevur verið gott grundarlag fyri hollum, hægri útbúgvingum.
Annars haldi eg ikki, at nevniverdur munur er á suðuroyarmáli/norðanmáli, tá talan er um lítið vandaligt mál. Vit geva okkum helst betri far um suðringar, av tí at teir tala øðrvísi enn vit norðanfyri.
Veruleikin er tann, at nakrir av bestu málreinsarum okkara vóru suðringar: Jákup Dahl, próstur og fyrrv. Landslæknin. Verkini hjá Poul F. Joensen eru heldur ikki dømi um ”vánaligt mál”- tvørturímóti. Jóannes Enni var somuleiðis tiltikin stinnur í føroyskum, og onnur kundu eisini verið nevnd.

Vil hava føroyskt at liggja tætt at donskum!
RE hevur skrivað fleiri áhugaverdar greinar um málspurningar/málstríð, men tað er eyðsæð, at hann er ein teirra, sum einki hevur ímóti ógvisligu donsku ávirkanina á føroyskt, ið hevur verið galdandi um leið síðani trúbótina, fyrst í 1500 árunum. Sostatt ynskir hann, at vit skulu hava eitt móðurmál, ið leggur seg so tætt at donskum, sum gjørligt, og hevur hann sjálvandi rætt til at hava hesa áskoðan.
Hetta eiga tey at hava í huga, serliga politiska umhvørvið, sum møguliga ætla sær at taka undir við málsligu kósini, ið RE stríðist sum ”Úlvur á skóg” fyri at fremja í Føroyum.
Hvat hendir, um vit leggjast lið um lið við danskt málsliga?
Eitt dømi: Í byrjanini nevndu við fjallasmogurnar fyri ”berghol”, og hetta orðið var um at vinna fastatøkur, men so skuldi tað ikki vera nóg gott. Annað orð mátti finnast. ”Tunnil” varð so borið í heim, men hvat hendi. Jú, av tí at ”tunnil” liggur tætt at danska orðinum ”tunel”, eru føroyingar farnir at siga ”tunell”og ikki ”tunnil”, ið ætlanin var. Tað eru nær um bara fjølmiðlarnir, ið stríðast við ”tunnilin”, og einasta orsøkin er tann, at hetta orðið liggur ov nær við danska heitið. Hetta er sjálvandi fyrst og fremst galdandi fyri nýyrði, og sýnir tað, hvussu sterkar fastatøkur danskt hevur á okkum føroyingum. Hví, er ilt at siga, men tað kann vera vegna tess, at málsliga tilvitanin er ov lítil.

Ein kann spyrja, hví t.d. Fr. Petersen yrkti soleiðis: O, móðurmál, stórt er títt fall
úr tínum ærustóli............

Og víðari:
og annað mál við tína lið
settu teir stóru og klóku.....
tú mátti liva í sorg og sút,
so hevur lív títt gingið.
-2-
Somuleiðis J.C.Joensen: Várt móðurmál tað hevur
so ringa lagnu havt..........


Eisini Jákup Dahl: Slapp tað ei inn um kirkjugátt,
kom tað ei fram á tingi,
hevur tað bæði av egnum og øðrum
so mangan snertin fingið.


Chr. Matras ikki at gloyma: Eg fann teg í kvæðum,
sum fólksins varrar øld eftir øld,
eg fann teg í søgum og sagnartali....

eg fann teg nú aftur, nú andi tín
teg loysa úr fjøtrum bað.

Fjald politisk dagsskrá - Málstrevið hevur altíð verið pol. litað?
Øll hesi skaldini hava sannað, at føroyskt hevur ikki sloppið at liva og mennast í øldir. Men hevur tilvitað/ótilvitað verið fyri vanbýti á øllum økjum.
Hetta er orsøkin til, at neyðugt varð at ganga málreinsanarleiðina hesi seinastu hundrað árini til tess at føroyskt kundi stíga fram sum sjálvstøðugt mál og ikki sum brongl av før., donskum og enskum, ið RE nú mælir føroyingum staðiliga til at hava sum ”móðurmál”.
Nú kenni eg ikki RE persónliga, t.d. Politisku áskoðan hansara, men ein kundi trúð, at onkur politisk dagsskrá lá aftanfyri. Før. Málstrev hevur altíð verið politiskt, og tann viðgerðin, ið Jóannes Patursson fær frá RE prógvar eisini, at so er.
Tað er tí sjálvandi stórt kvett fyri RE og fylgisneytar hansara, at hesir kunnu nýta málsligu støðuna hjá Sjúrði Skaale til egnan fyrimun.

Tyrla/helikoptari:
RE dámar sjálvandi ikki orðið ”tyrla”, av tí at tað minnir ov nógv um íslendskt. Hann ber beinleiðis ósannindi fram um upprunan til nevnda orð í fyrru grein síni um, at tað skal vera komið úr íslendskum. Hinvegin hevur hann ongar viðmerkingar um orð, ið líkjast ov nógv donskum ella týskum.
Veruleikin er tann, at vit hava eitt amboð, ið eitur tyril, og sum varð nýtt til at vevja róma úr mjólk. Sostatt hevur orðið tyril fingið nýtt lív við at geva navn til skrúvuna á tyrluni.
RE vil sjálvandi heldur nýta fremmanda orðið helikoptari, ið kemur úr grikskum og merkir ”sólvongur”. Haldi, at tyrla er einki verri orð at nýta, og so hevur tað føroyskan – ikki hvørki íslendskan ella grikskan uppruna.
Andstøðan móti málreinsan hevur altíð skýggjað íslendskt sum pestina, hóast vit ikki síggja ella hoyra nakað til íslendskt í Føroyum. Orsøkin má vera tann, at íslendska málreinsanin, ið fór nógv longri enn tann føroyska, altíð hevur verið fyrimyndin hjá føroyskari málreinsan.

J.H.W. Poulsen fær ikki frið:
Tað er harmiligt, at ein skilamaður sum J.H.W.P. Ikki fær frið á eldri árum, nú hann eftir lokið megnar lívsverk hevur uppiborið allan frið og sóma, ið hugsast kann.
RE kann ikki bara sær uttan at reka spott á mannin við at nevna møguleikan fyri navnabroytan til Jón Sigurðsson. Hatrið til málreinsanina má vera stórt hjá RE, tá hann dittar sær til slíkt.



-3-
Nýggja málnevndin:
Tað ljóðar á RE, sum um hann nú hevur fingið ”samhugað fólk” inn í málnevndina. Um hetta er so galið, vóni eg, at politikarar eru til í løgtinginum, ið taka sær um reiggj at steðga øllum ætlanum um at gera føroyskt til ”bronglmál”, ið eingin fer at hava virðing fyri. Í ringasta føri kann tað enda við føroyskum sum við hetlendskum á sinni. Tað má ikki henda!

Vit tala ymiskt:
Annars haldi eg ikki, at tað ger nakað, um vit ikki øll tosa líka. Lat fólk sjálvi um tað. Summum dámar at tala vandaligt mál, meðan onnur leggja ikki so stóran dent á tað.
Hinvegin so er føroyskt fyri so stórum ágangi uttaneftir, at tað er avgjørt neyðugt at byrgja upp fyri tí ringasta við hóligari málreinsan soleiðis, sum tað hevur verið gjørt seinastu mongu árini.
Fara vit at føra danskan málpolitikk og lata gluggarnar upp fyri floymi av fremmandum orðum og samstundis sleppa málreinsanini, so er deyðin vísur viðv. Føroyskum máli. Danir eru sjálvir komnir í neyð av sínum óavmarkaða frælsa málpolitikki. Tú hoyrir neyvan dana tosa uttan ensk orð og oftani heilar enskar setningar. Vit eru so fá, ið tala føroyskt, at málið megnar ikki at hóra undan undir slíkum treytum.

Eingin vandi fyri innibyrgjan:
RE óttast fyri, at vit ikki fara at duga nóg væl fremmandamál, um hildið verður fram við hóvligu málreinsanini, men eg kann ugga bæði hann og onnur við, at har er eingin vandi, av tí at samskiftistólini og fjølmiðlaamboðini í dag gera, at vit fara altíð at duga nóg mikið av fremmandum orðum. Føroyingar læra jú allastaðni í dag og klára seg væl, hóast málreinsanarkósin hevur verið galdandi í meira enn 100 ár.
Vit eiga eisini at ansa okkum, so vit ikki fara at broyta málstevnu bert tí, at onkur megnar at skapa eina andstøðu (huglag ella stemning) ímóti málreinsanarkósini. Tað er als ikki nøkur sjálvfylgja, at vit, so fá vit eru, kunnu hava egið mál, og fleiri dømi eru um, at fjølment fólkasløg hava mist teirra egna upprunamál burtur. Vit kunnu bara líta okkum í kring í ”grannalagnum”, har bæði írar og skotar mistu upprunamálið, hóast teir vóru nógv fjølmentari enn vit. Sorgarsøguna um hetlendska málið kenna vit jú øll. Um málið einans var eitt samskiftisamboð og ikki annað, so hevði RE havt grein í sínum máli, tí so kundu vit jú bara skift til enskt sum móðurmál, bíligt í rakstri og ómakaleyst, men nú er móðurmál nógv annað enn samskifti. Tað er sálin í fólkinum og stendur fyri meginpartinum av tilvitsku okkara sum tjóð
Eg havi sagt tað áður: Vit eiga at gera alt fyri at varðveita føroyskt á norðurledskari grund, og hóast allir føroyingar gerast málreinsarar, so fara vit kortini at duga bæði fremmand orð, danskt og enskt, eins og vit hava gjørt og gera í dag.