Viðmerking til Bjørn á Heygum (1)

-

Við jøvnum millumbilum kemur Bjørn á Heygum við rættiliga grovum og niðursetandi skuldsetingum móti Sambandsflokkinum og serliga ímóti mær persónliga. Vanliga er sovorið ikki svar vert, og skulu hesar viðmerkingar ikki takast sum nøkur byrjan til ein dialog við Bjørn.

Eg skal í tveimum pettum royna at lýsa politiska samarbeiðið millum Bjørn og meg.

Seinasta fríggjadag stoytti Bjørn aftur eina spann omanyvir baði flokkin og meg. Í greinini verði eg kallaður fávitskutur, forstokkaður o.m.a. Læt tað fara.

Tann liberala dimensjónin

Sambandsflokkurin hevur í høvuðsheitum tvær dimensjónir í síni stevnuskrá. Onnur dimensjónin er tann liberala dimensjónin, ið millum annað er avgerandi fyri, hvussu landið verður rikið fíggjarliga og á annan hátt.

Tá undanfarna landsstýri, sum Bjørn m. a. kallar despotiskt, kom framat, vóru túsundtals føroyingar rýmdir av landinum undan tí politikki, sum loysingarflokkarnir høvdu rikið.

Landið var stutt sagt farið á húsagang, og loysingarflokkarnir høvdu kastað frá sær.

So tók Sambandsflokkurin við leiðslu landsins og náttúran var eisini gávumild. Tað finnast ongi dømi í heiminum um, at eitt samfelag hevur reist seg aftur so skjótt.

Útlendskir serfrøðingar og politikarar kallaðu hetta fyri eitt fíggjarligt undur. Og framgongdin heldur fram enn, hóast núverandi samgonga ongar ítøkiligar broytingar hevur gjørt til tann politikk, sum Sambandsflokkurin tvingaði ígjøgnum. Nóg mikið um hesa dimensjónina á hesum sinni.

Ríkisfelagsskapurin

Hina dimensjónina kunnu vit kalla ríkisfelagsskapin. Sambandsflokkurin hevur ein greiðan politikk á hesum øki, eins og Tjóðveldisflokkurin eisini hevur tað. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava somuleiðis, frá byrjan av, sett sær eitt greitt mál á hesum øki, tó uttan eitt sokallað ?deadline?.

Javnaðarflokkurin hevði eina greiða støðu til henda spurning, serliga í tíðarskeiðinum áðrenn miðjuna av sjeytiárunum, (sum Bjørn hálovar og vil aftur til).

Men tá hendi ein broyting við Javnaðarflokkinum, sum førdi til, at flokkurin fór at samstarva við loysingarflokkarnar, heldur enn við Sambandsflokkin.

Hetta kom at kosta føroyingum dýrt, og var viðvirkandi, um ikki høvuðsorsøkin, til húsagangin.

Tápuligt

Bæði Jóannes Eidesgaard og Bjørn á Heygum bera uppundir, at tað hevur sett ferð á loysingina, at Sambandsflokkurin ikki eisini broytti kósina fram ímóti loysingini.

Hetta er so tápuligt, at eg ikki fái meg til at gera viðmerkingar til tað. Eg ivist ikki í, at hetta partvís er meint sum skemt frá Jóannesi og møguliga eisini er kastað út til teir mest góðtrúðnu sambandssinnaðu javnaðarveljararnar.

Tá seinasta samgonguskjal varð almannakunngjørt, søgdu baði núverandi formaður í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, og fyrrverandi formaður, Atli Dam, seg vera samdar við loysingarflokkarnar um settu kósina. Tað er ein ærlig søk. At teir so aftaná reaktiónina frá baklandinum hava lækkað seglini nakað, tað er eisini ein ærlig søk.

Kunnu stjørnuskot ganga aftur?

Bjørn lýsti fyri seks árum síðani á himmalhválvinum, sum eitt satt stjørnuskot. Nú skuldi ruddast upp í Føroyum, lovaði Bjørn.

Tá ein, dagin í dag, roynir at frætta eitt sindur frá hesi stóru uppruddingini, millum annað við at spyrja limirnar í nevndini, sum hevur kannað, og framvegis kannar áttatiárini, fær ein einki svar, men bert skeiv smíl.

Bjørn roynir í greinini at samanbera seg við teir gomlu sambandspolitikararnar, sum myndaðu flokkin upp til miðuna av sjeytiárunum. Tað er heilt týðiligt, hvat Bjørn leggur upp til. Hann vil eisini leggja seg uppat tí, sum teir gomlu og farnu stóðu fyri. Spurningurin er um Bjørn nú er tann rætti persónurin til at bakka flokkin aftur til realpolitikk floksins aftaná annan heimsbardaga og frameftir, og í heila tikið at tryggja at álitið á flokkin verður endurskapað, sum hann tekur til í greinini.


Edmund Joensen


(framhald)