Jan Højgard
Tað er gott, at Dan R. Petersen hevur verið við til, at bera landsins byrðar, nú í eitt 3 ára skeið.
Til síðsta løktingsval fekk eg 21 atkvøður, men Dan sigur seg hava fingið 327. Tað eru fleiri orsøkir til tað. Eitt er tað, at Dan var kendur sum løgtingsmaður, meðan eg var eitt óskriva blað, ein vanligur fiskimaður. Annað er, at Dan førdi eitt rættiliga hart valstríð, við nógvari skriving o.s.fr., meðan eg ikki hevði umstøður til tað. Triðja er, at Dan og eg, høvdu hvør sína dagsskrá, sum viku rættiliga langt frá hvørja aðrari. Dan førdi onki fram í valstríðnum, sum var til frama fyri fiskimannin. Eg skrivaði 3 stuttar greinar, har ein av greinunum var eitt aftursvar. Hinar báðar vóru um, okkara veikastu borgarar og, ja sjálvandi, um korini hjá fiskimonnum. Eg var eisini í ÚF og segði mína hjartans meining um kor fiskimanna, tí tað liggur mær tungt á herðunum. Eg meti, at ein atkvøða til Dan, er at fara frá ringum til verri.
Havi altíð havt hjarta fyri fiskimonnum, eg kann ikki annað. Tí var eg rættiliga firtin til síðsta løgtingsval, um tann ágang, sum var førdur móti okkum.
Endurgevi eina stutta grein, sum var skrivað tá
-Eg hoyrdi í einari útvarps-framløgu, at tjóðveldisflokkurin lýsti seg sum fiskimanna og verkaflokk burturav. Tað mundu vera fleiri við mær, ið blivu illa við av at hoyra slíka propaganda. Eg havi veri fiskimaður í 20 ár, og tað tíðina hava vit fiskimenn verðið illa viðfarnir av teimum,ið hava tilknýtið til handa flokkin. Tey nógvu árini hava tey rópt upp um fiskimenn, ið hava tað so gott. Tey hava neyvan verið við til, at sæð sundursorðaðar fiskimenn, ið hava tænt føðilandinum.
Anita á Fríriksmørk hevur í løgtinginum lagt eftir sjómans-frádráttinum og harvið ti hart arbeiðandi fiskimanninum. Eisini hevur formaðurin í Búðskapar-ráðnum lagt eftir fiskimanninum. Tað er ikki so sum tit siga. Eg vil heita á tykkum um at lata hampafólk fáa frið og ikki sáða slíka gift út. fiskimaðurin er tann føroyski stoltleikin og er við til gjalda teir nógvu barsilpenganar, ið millum annað, Anita á Fríriksmørk hevur fingið. Man orðatakið, ”løn skálkinum gott, hann lønir tær aftur við háð og spott,” ikki rigga her? Tað var Tjóðveldisflokkurin, ið pressaði tað ígjøgnum, at arbeiðisfólk, fiskimenn, handverkaðarar og onnur á privata arbeiðismarknaðinum ikki fingu sjúkrapengar úr landskassanum frá fyrsta degi. –
Soleiðis eigur tað at ljóða frá einum fiskimannahjarta, altíð klárur at verja borg, og ikki bara tíð, at ein vil sleppa til róðrið í FF.
Nú Dan reypar um 7 skip og 2 sóknarformenn, kann eg siga, at eg havi 10 skip og 3 sóknarformenn, ið hava stilla meg upp. Eg kundi lættliga fingið fleiri, at skoti meg upp, men einum nýtist bara 5 stillarar.
Fiskimenn vita, at nú er tað álvara, og tí fara teir ikki at velja ein breyðpolittikara, og teir yvast ikki í, hvør hevur hjarta fyri teimum.
PS. Dan eg hoyri, at tú nýtir tann gamla sjómannamátan, at enda ein samtalu millum skip. Tú og Óli hóska væl saman sum søgufrøðingar. Vónandi geva tit okkurt ritverk út nakað skjótt. Eg eri enn fiskimaður, og tað meti eg sum ein stóran heiður.
Sera blíðar heilsan, frá einum fyrrverandi næmingi, til sín fyrrverandi lærara