Viðmerking til Føroya Lærarafelag

Føroya Lærarafelag hevur í Dimmalætting 15.07.1998 viðmerking, har leiðsla felagsins finst at tíðindaflutninginum hjá Útvarpi Føroya í sambandi við høvuðsavtaluna, sum felagið hevur gjørt við Fíggjarmálastýrið í farnu viku.

Vit skulu ikki leggja okkum út í orðaskiftið millum Føroya Lærarafelag og Útvarp Føroya, men hinvegin er neyðugt hjá okkum at koma við eini rættleiðing, tá nevnda viðmerking hjá Føroya Lærarafelag kann geva Føroya fólki ta fatan, at tað er hetta felag, sum er komið fram við hugtakinum og uppskotinum um sokallaðan víðkaðan gerðarrætt.

Vit skulu fyrst gera vart við, at høvuðsavtalan hjá Føroya Lærarafelag ikki leggur upp til víðkaðan gerðarrætt, heldur tvørturímóti og enn minni er hendan avtala fyrsta skrivliga tilfar, sum viðger sokallaðan víðkaðan gerðarrætt.

Tí er tað ein misskiljing, tá fjølmiðlarnir ferð eftir ferð siga, at tað, sambært høvuðsavtaluni, er víðkaði gerðarrætturin, sum skal viðgera mál millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar-málastýrið.

Fyri at greiða stutt frá gongdini, so vórðu undirritaðu umboð fyri fakfeløgini fyri nøkrum mánaðum síðani, saman við formanninum í Føroya Lærarafelag, vald í arbeiðsbólk at umboða 22 fakfeløg, sum settu sær sum mál at gera fullfíggjað uppskot til avtalu um víðkaðan gerðarrætt at leggja fyri Fíggjarmálastýrið og arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum.

Saman við løgfrøðingum var síðani gjørt nevnda uppskot til avtalu um víðkaðan gerðarrætt, og á fundi har formaðurin í Føroya Lærarafelag eisini var við, varð gjølla greitt frá, at ein høvuðsorsøk til, at fakfeløgini ætlaðu at seta fram uppskot til avtalu um víðkaðan gerðarrætt var, at feløgini ikki ynsktu, at ført var inn á Føroyska arbeiðsmarknaðin:

-reglur sum avmarkaðu

rættin hjá feløgunum at

lýsa verkfall, og

-reglur, sum geva heimild

at døma fakfeløgini og

limir teirra bót.


Við skrivi dagfest 02.06. 1998 varð hetta fullfíggjaða uppskot til avtalu um víðkaðan gerðarrætt sent Fíggjarmálastýrinum og øllum arbeiðsgevarafeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum, men hesir vístu aftur at taka upp samráðingar um slíkan gerðarrætt og fyri okkum er eingin ivi um, at ein av høvuðsorsøkunum var, at arbeiðsgevaraparturin ynskir at fáa reglur, sum kunnu avmarka rættin hjá fakfeløgunum at lýsa arbeiðssteðg og reglur, sum geva heimild at áleggja bót.

Vit kunnu í dag bert staðfesta, at Føroya Lærarafelag við høvuðsavtalu sínari nú hevur góðtikið:

-reglur, sum avmarka rætt-

in hjá felagnum at lýsa

arbeiðsteðg, og

-reglur, sum geva heimild

at áleggja felagnum og

limum teirra bót.


Hetta eru júst ásetingar, sum tey 22 fakfeløgini, sum hava arbeitt við at fáa reglur um víðkaðan gerðarrætt ikki ynsktu at fáa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Tað einasta, sum nevnt er í høvuðsavtaluni hjá Føroya Lærarafelag um víðkaðan gerðarrætt er, at um partarnir á arbeiðsmarknaðinum koma ásamt um víðkaðan gerðarrætt, so skulu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið samráðast um grein 11 og grein 12 í sáttmálanum. Ongastaðni í høvuðsavtaluni er grett orð um, at Fíggjarmálastýrið skal broyta grein 11 og 12 í høvuðsavtaluni, um hini fakfeløgini saman við arbeiðsgevarunum skriva undir avtalu um víðkaðan gerðarrætt.

Tað eru sostatt hesi 22 fakfeløgini og ikki Føroya Lærarafelag, sum av fyrstan tíð á skrift hevur staðfest hugtakið víðkaðan gerðarrætt og hevur lagt upp til, at fáa sáttmála um slíkan gerðarrætt.


Tórshavn,

tann 15.07.1998

Vegna arbeiðsbólkin,

sum umboðar tey

22 fakfeløgini:

Ingeborg Vinther

Joan Ziskason

Karl Johansen

Gunnleivur Dalsgarð

Vígdis Johannesen

Eyðfinn Petersen