Viðmerking til frídømingina av Tórbirni Jacobsen

At Eik banki hevur noktað Kongshavnar Útgerðarfelag pant í partabrøvum, áljóðandi 1 mió. kr má hava sína einføldu orsøk í, at Kongshavnar Útgerðarfelag ongan livandi tjans hevur havt til rakstur av felagnum. Sjálvt um alt týddi í sól og mánað uppá, at virði upp á eina mió. skjótt varð til tað dupulta í virði

Álvaratos! Napolen hevði neyvan klárað at bunkrað til fiskiskap á fjarlagdari fiskileið fyri hesa upphædd.

Frágreiðingin hjá løgmanni hevur stór lýtir. Millum annað um privatpersónurin Tórbjørn Jacobsen hevur loyvi til at taka framleiðslutól (M/S Napoleon) úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, at vera í vinnu fyri privatpersónin Tórbjørn Jacobsen.

Loyvir partafelagslógin ánarum tess at ogna sær virðir úr partafelagnum, tá hugsað verður um tær lukrativu sømdir, sum sama lóg ásetur, og sum Kongshavnar Útgerðarfelag eisini hevur notið gott av.

 

Er tað virðisgrundarlagið sum Eik banki arbeiðir eftir, sum er orsøkin til at Kongshavnar Útgerðarfelag ikki fekk pant í virðisbrøvum (stórt aktiv hjá felagnum), - einum felag, sum hevur átikið sær stórar skyldur yvir fyri føroyska landskassanum, so er tað at frøast yvir.

Løgmaður og embætismannaverki eru nú í størri trupuleikum enn Tórbjørn.