Jenis av Rana
Ikki visti eg, fyrrenn eg í farnu viku las grein í Sosialinum, at trupuleikar vóru millum
Finn og meg. Tí loyvi eg mær niðanfyristandandi viðmerkingar:
…tá fleiri søgdu somu søgur, haldi tað var um miðjan novembur, um at Finnur ikki
taldist millum tey mest tolsomu, spurdi eg rætta persónin, um so var. Svarið frá Finni var greitt, og prátið okkara millum gott og friðsamt. Meira veit eg so ikki um málið, fyrenn eg síggi tað lýst á ein heilt annan hátt í Sosialinum.
…at eg skal hava lagt Finn undir at vera antikrist, er jú beinleiðis láturligt Veruleikin
um antikrist, sum jú einaferð kemur, er alt ov álvarsamur til at sleingja um seg við í
dagligum kjaki. Útsøgnin skal vera søgd undir 2.viðgerð av fíggjarlógini, tá tosað varð um at fáa lívfrøðilga margfeldni í okkara náttúru allýst. Undir tí viðgerðini gjørdi eg vart við, at ávísur flokkur, ið tosaði so heitt um at verja náttúrliga margfeldni v.m., júst hevði fingið viðtikið eitt uppskot um at gera ta ónáttúrliga náttúrligt. Hesa andsøgn loyvdi eg mær at undrast á, men eftir øllum at døma hevur hetta rakt meinari, enn eg varnaðist.
… ikki skilji eg, hvaðani Finnur hevur fingið ta fatan, at eg í øði um § 266 b havið gingið og dømt hann- enntá til heljar. Mín uppgáva í tí málinum var m.a. at vísa á, hvat orð Guds boðar um hendan livihátt- og at ávarða ímóti at standa Gudi ímóti. At løgtingslimir løgdu uppskotið fram, og at meiriluti valdi at samtykkja hetta, var demokratiskur rættur- og als ikki ein ábyrgd, ið hvílur á mínum herðum. So kenslur mínar yvirfyri samstarvsfeløgum á Løgtingi eru ikki broyttar vegna ta avgerðina! Og tey, ið kenna meg mugu vita, at tað er ikki ein dømandi kristniboðskap eg beri fram, men ein boðskap um tann kærleika og ta náði Guds, sum vit aldri megna at skilja.
Hugleiðingarnar um hvat hendir, tann dagin vit møta Gudi, eru skemtiligar, men
avdúka eisini manglandi kunnleika. Tí tá verður ikki spurt um egnan førleika, avrik, kunnleika ella atburð v.m. Tá telur bert, um vit her á jørð, í sannan av egnum hjálparloysi, hava givið okkum í hendur Frelsarans. Einfalt, men tó so trupult hjá mongum.
Alt tað besta.