Viðmerking til grein »Sóla okkum í sorgini« í Sosialinum 8.?9. januar

Kristbjørg Toftegaard


Læs hesa grein, har 4 pædagog lesandi siga teirra meining, viðvíkjandi tí innsavningararbeiði, ið fer fram í Føroym í løtuni til frama fyri teimum neyðstaddu eftir Tsunami. Hesi fýra leggja dent á, at tey hava djúpa samkenslu við teimum, sum sita eftir við ongum góðum eftir vanlukkuna og tey takað undir við teimum peninga innsavningunum, sum fara fram í løtuni, men tey eru kritisk yvir fyri teimum fyritøkum, handlum og felagsskapum, sum við ym-iskum tiltøkum eisini vilja stuðla. Tey meta, at rotinskapur er komin í innsavningina og at einkult spilt eplir eru í rúgvuni og er hetta við taka erligheitina við innsavningini burtur. Tey leggja dent á, at endamálið við hjálpini til tey neyðstøddu má vera tað rætta. Og endamálið er tað rætta, um vit veruliga ynskja at hjálpa. Tað vil við ørðum orðum siga, at tey seta spurnartekin við hví vit geva / um hvørji motiv lyggja aftanfyri, tá vit geva. Tey nýta orðingar sum "?Sálin er vekk", "Hysterí", "sóla okkum í vanlukkuni" og at vit í "vaska okkara hendur". Eisini seta tey spurnartekin við, hví akkurát offrini eftir Tounami vanlukkuni?
Eg eri samd við teimum í, um tað nú er neyðugt at lýsa við, hvussu nógv man hevur givið og kanska hava onkrar fyritøkur handils-ligar baktankar, men hinvegin - kunna vit spyrja hví onnur geva???? Hvørji eru vit, ið halda okkum kunna seta spurnatekin: Hví onnur ynskja at geva? Kunna vit seta spurnartekin við, hvat motiv lyggur aftan fyri hjá øðrum, ið hava hug at geva? - Og hvør vaskar tá hendur ??? Nei eg spyrji bara?? Kanska lyggja 4 rotin eplir á Pædagogskúlanum?? So sum eg sýggji tað, so kunna vit, eins og flestu av okkum gera, stillisliga stuðla teimum felagsskapum, sum vit hava álit á/ sum vit halda hava tað reinasta motivi. Og kunna veita stórstu trygdina fyri, at hjálpin kemur fram har tørvurin er størstur.
Hvørjum skula vit hjálpa? Eg eri púra samd við teimum í, at nógv kundi veri betri her á landi. Vit hava menniskir her á landi, íð liva undir vánaligurm korum og tørva hjálp. Eingin ívi um tað. Men givið er tað, at eingin fær hjálp um tíðin skal brúkast til kjakast, hvør er verdur okkara hjálp. Her og nú eru tað milliónir av menniskjum, ið einki eiga. Teimum tørva hjálp her og nú. Stuðla um tú kanst!!! Stuðla um tú hevur hug !!! Stuðla teimum, ið tú hevur álit á!!! - Tí saman gera vit ein mun.