Tað, sum hann tíverri sær út til at gera skeivt, er at hann bólkar vanligar kristnar samkomur saman við hesum ekstremu sektunum, og hetta er heilt burturvið.
Bólkingin hjá Eyðolvi (í 2 bólkar av føroyingum) er eisini heilt burturvið, og tað er týðuligt, at Eyðolvur her sipar til Miðflokkin. Eftir útleggingini hjá Eyðolvi, so eru ALLIR føroyingar kristnir (ella meinar hann nakað annað við trúgvandi?), uttan kanska tey, sum eru í Miðflokkinum.
Hvussu hesin pástandurin skal útleggjast, kundi eg gott hugsa mær at fingi at vita?
Í mínari bíbliu stendur í hvussu er, at tað, at vera ein kristin, er at hava yvirgivið sítt lív til Harran Jesus. Tá ein yvirgevur seg til Jesus, so yvirgevur ein ikki bara ein part til hann, men ALT. Hetta má avspeglast á øllum økjum, eisini tá tað kemur til m.a. politikk og pengar.
Tað kann vera, at onkur hevur brúkt átrúnað sum amboð fyri at náa einum løgtings sessi, men hetta er ikki aðalmálið hjá Miðflokkinum. Um talan var um at finna amboð fyri at fáa ein løgtings sess, so rokni eg við, at Miðflokkurin hevði valt okkurt annað amboð, sum hevði givið fleiri atkvøður.
Aðalmálið hjá Miðflokkinum er at arbeiða fyri og verja tey kristnu lívsvirðini. Og sjálvandi ynskir Miðflokkurin at fáa so nógvar atkvøður sum møguligt, fyri at røkka hesum endamálið í so stóran mun, sum til ber.
Annars eri eg púra samdur við Eyðolv í, at Javnaðarflokkurin ikki hevði mist so nógvar atkvøður, um so er, at flokkurin er ímóti frískúlum, tí VERULEIKIN er, at flestu sokallaðu trúgvandi føroyingar ganga nógv meira uppí politikk enn kristindóm, tíverri.
Um so var, at tey sokallaðu kristnu í Føroyum tóku kristindóm framum, so hevði Miðflokkurin ivaleyst verið nógv tann størsti flokkurin í Føroyum. Hetta tí, at Miðflokkurin altíð hevur sett tey kristnu virðini fremst, og tað hevur ongin annar flokkur gjørt.
Tann síðsta viðmerkingin um frískúlarnar hjá Lívsins Orð vísir týðuliga tann væntandi kunnleikan, sum Eyðolv hevur, og hvørjum støði henda greinin hjá honum er á.
Hetta um, at skúlarnir læra, at sjúka er ein straffur frá Gudi er ein beinleiðis lygn, og er hetta júst sum Dánjal á Dul nevnir, forfylging, sum verður rikin ímóti kristnum samkomum, og sum vit tíverri heldur ikki eru frí fyri her á landi.
Um Eyðolv kendi nakað sum helst til Lívsins Orð, so hevði hann vita, at henda samkoma er beint øvugt kend fyri at læra, at Gud ynskir at grøða og hjálpa øllum menniskjum.