Justin Philbrow, Formaður í foreldrafelagnum “Heim og Skúli”
-------
Tað er at fegnast um, at landsstýrismaðurin í Mentamálum Bjørn Kalsø sigur, at tað er týdningarmikið, at foreldur eru við í skúlans arbeiði. Foreldra leikluturin er annars væl staðfestur, sum ein týðandi partur av skúlans arbeiði, í endamálsorðingini fyri fólkaskúlan.
Í greinini á heimasíðu Skúlablaðsins sær tað út til, at Bjørn er í villareiði um, hví foreldur ikki vísa skúlunum og skúlastýrunum meiri ans. Eg vil her koma við nøkrum viðmerkingum hesum viðvíkjandi.
Samstarvið millum foreldur og skúla er sjálvsagt nakað, sum gongur fyri seg á ymiskar mátar og í ymiskum samanhangum. Frá tí heilt formella við skúlastýrinum til foreldraflokks umboðum og eisini tað óformella práti millum foreldur og lærarar. Øll foreldur eru ikki við í øllum samstarvinum, alla tíðina, men øll foreldur eru við á ein ella annan hátt. Lykilin til samstarv er, at skúlaskipanin eisini má duga at samstarva ymiskt við foreldur, alt eftir hvussu og hvat foreldur ynskja og kunnu vera við - og eisini hvussu skúlaskipanin dugir at fáa foreldrini at vera við.
Yvirskipað eru nógv góð orð søgd og skrivað, tá umræður skúlastýri. Lógargrundarlagið er greitt - skúlastýrini hava rættuliga nógva ávirkan á tann einstaka skúlan. Sambært lógini skulu skúlastýrini millum annað áseta meginreglur, hava eftirlit við virksemi skúlans, gera meginreglur fyri arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina, góðkenna undirvísingarmiðlarnar og hava rætt til at ummæla øll mál, ið viðvíkja viðkomandi skúla í kommununi. Tað merkir, at foreldur (sum eisini hava formannin) kunnu ávirka nógv á skúlunum.
Men, fyri tað mesta er hetta bert í orðum og á pappírinum. Eftir at lógin var samtykt í 1997 hevur øgiliga lítið verið gjørt fyri at fáa lógina at virka í verkið. Foreldur hava fingið lítla ella onga førleikamenning ella stuðul frá teimum, ið hava smíða lógina og á nógvum skúlum er skúlastýri meira ella minni ein formalitetur, ið blástemplar tað, sum skúlaleiðslan kemur við.
Bjørn ásannar at “Mentamálaráðið kundi gjørt meira við at upplýst skúlastýrini um, hvørjar uppgávur teirra er” - hetta er ikki at gera ov lítið av.
Hetta, at tað er ikki samspæl millum lógina og tað sum er veruleikin í nógvum skúlastýrum - ella tað at hava vøkur orð og ikki stuðla teimum í veruleikanum - er við til at taka hugin og áræði frá foreldrunum í mun til skúlastýrini - og hví skulu tey tíma? Flest foreldur hava nóg mikið um at vera í tí dagliga og hava tískil ikki stundir at vera við í einum “marionettstýri” - fyri ikki at nevna hinar limirnar í skúlastýrunum.
Um vit veruliga vilja tað, sum stendur í lógini um samstarv við foreldur, bæði formelt við skúlastýri og óformelt, so mugu nøkur ting henda, millum annað:
1. Mentamálaráðið má geva skúlastýrunum meira ans - hetta merkir millum annað: at lógin um hvat skúlastýri skal arbeiða við, skal gerast greið fyri foreldur, kommunu, skúlaleiðslu og lærarum. At skúlastýrislimir mugu førleikamennast fyri at kunna útinna tað, sum er álagt teimum. At skúlaleiðslur eru fyrireikaðar uppá at skula stimbra samstarvið, sum liggur í at hava eitt skúlastýri. At Mentamálaráðið leggur seg eftir, at samskifta meira og at taka skúlastýrini meira við uppá ráð, um ymisk viðurskifti ið røra seg innan skúlaheimin og nýhugsan innan fólkaskúlan og møguligar broytingar (t.d. forskúlar?).
2. Læraraútbúgvingin má innihalda “foreldrasamstarv” sum ein ítøkilig lærugrein. Bæði hugsa formelt og óformelt.
3. Foreldur mugu fáa møguleikan til, at førleikamenna seg til samstarvið við skúlan. T.d. í skúlastýrishøpið, men eisini kundi eitt skipa tilboð verið frá skúlunum til foreldur sum koma við sínum fyrsta barn í skúla, soleiðis at foreldur vita, hvat er vænta av teimum og hvat tey kunnu vænta av skúlanum og hvussu hetta samstarvið er skipa á skúlanum, bæði formelt og óformelt.
4. Á landsplani er tað foreldrafelagið “Heim og skúli” (stovna í 2006), sum er felag fyri foreldrasamstarvi við skúlaskipanina (her hugsa Mentamálaráðið og skúlastýrini). Tey seinastu árini hevur hetta samstarvið verið sera lítið og hevur Mentamálaráðið mest sum ikki givið felagnum ans, má sigast. Samstundis hava foreldur ikki havt serliga nógv yvirskot til felagið - kanska av tí sama. Felagið er alneyðugt, um vit hugsa um eitt forum har skúlastýrini kunnu samskifta, skifta orð um royndir og har foreldur um alt landið kunnu læra av hvørjum øðrum, bæði á tí formella og tí óformella pallinum og harvið javnt lyfta støðið upp fyri allar skúlarnar. Landsforeldrafeløg hava verið til í nógv ár í okkara grannalondum og tí er ein ávís mentan uppbygd um hetta foreldrasamstarv, sum enn ikki er at síggja so nógv her hjá okkum. Um felagið skal hava nakra ávirkan ella verða vert nakað, má felagið formaliserast av landsmyndugleikunum og fáa fígging fyri at kunna lyfta sín lut.
Her skal tó eisini viðmerkjast, at sera ymiskt er frá skúla til skúla, hvat viðvíkir samstarvið millum foreldur og skúlan. Á summum skúlum riggar tað rímiligani væl og á summum minni væl. Felagsnevnarin tykist at vera, um skúlaleiðslan er ein primus motor í samstarvinum og um onkur eldsál er millum foreldrini og lærararnar.
Á øllum økjum innan foreldrasamstarv, er greitt at ein ójavni er. Á tí einu síðuni eru foreldur ið hava áhuga og í summum førum eru eldsálir fyri skúlan, vegna teirra barn ella frá einum samfelagsligum áhuga. Á hinari er tann “etableraði” professionelli lærarin, leiðslan og myndugleikin ið fær løn fyri at gera tað sum tey skulu. Tí er tað alneyðugt, at tey professionellu (lærarar, leiðslur og myndugleikar) taka sína professionellu ábyrgd á seg, við at fáa foreldrasamstarvið at menna seg soleiðis, at samstarvið gerst ein natúrligur partur av gerandisdegnum í skúlanum. Her eigur Mentamálaráðið at ganga á odda!
Um Mentamálaráðharrin av álvara vil finna eina loysn um “hvussu vit kunnu gera, fyri at fáa fleir við” so er eitt hugskot, at byrja við at leita ráð hjá foreldravaldu skúlastýrunum og landsfelagnum “Heim og skúli” og tosa við tey foreldrini, ið hóast alt royna at vera virkin.
Foreldrafelagið Heim og Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.
Heim og Skúli arbeiðir fyri einum føroyskum fólkaskúla, sum setur dygdarundirvísing í hásæti: skúlanæmingarnir skulu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Eitt gott læringsumhvørvi er eitt stað har børnini trívast, og tí skal trivnaðurin varðveitast.
Heim og Skúli hevur aðalfund 11. mai í Eysturskúlanum kl 12. Byrja verður við
Pallborðsfundi har umboð fyri Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Fólkaskúlaráðið og Gigni leggja stutt fram hvat teirra holdningur er til forskúla. Síðani verður opið tjak um evni, soleiðis at foreldur fáa høvi at seta spurningar og siga sína hugsan.