Edmund Joensen
???????????????
Formaður Búskaparráðsins, ovasti búskaparligi ráðgevin hjá landsstýri og løgtingi, búskaparfrøðingurin Herman Oskarsson tekur rívan til í Sosialinum um føroyska búskapin.
Hesin framúrskarandi búskaparfrøðingurin vísir á, "at fólk ikki fara at minnast undanfarnu samgongu sum fullveldissamgonguna, men heldur sum ta samgonguna, ið framdi samtyktu broytingarnar í almennu fyrisitingini og økti útreiðslurnar við einari milliard." (rætta talið er munandi hægri).
Hesa niðurstøðu kemur búskaparfrøðingurin til, aftaná at hava boðað frá, at orsøkin til milliarda útreiðsluvøksturin er at uppskotið sum varð samtykt í tinginum eftir kreppuna, við Norman Christensen og Edmundi Joensen á odda, ikki er sett í verk fyrr enn í undanfarnu samgongu.
Til hetta er at siga, at samtyktu bygnaðarbroytingarnar vóru framdar frá 1994 til 1998. Høvuðsum-sitingin við løgmansstjóra og 5 aðalstjórum, var samanlagt ein rímilig og eftir umstøðunum bílig umsiting, sum í 1998 kostaði 52 milliónir krónur.
At so fullveldissamgong-an aftaná økti talið upp til 9 stýrir, og økti kostnaðin upp til 142 milliónir krónur, sum sjálvandi er alt ov nógv, kann hvørki lastast Norman Christensen ella undirritaða.
Men hetta var bara ein evarska lítil partur av samlaðu útreiðsluøkingini hjá fullveldissamgonguni. Hevði fullveldissamgongan bert økt um útreiðslur til miðfyrisitingina, hevði onki hall verið á fíggjarlógini fyri 2004, men yvirskot.
Um hetta var einasti og mest margháttligi framburðurin í samrøðuni í Sosialinum hevði eg tikið sum eina sjálvfylgju, at búskaparfrøðingurin mikli var skeivt endurgivin. Men restin av samrøðuni er eisini líka óskiljandi.
"Hallið er í ordan" sigur hann um eitt minus uppá 277 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri 2004. Eisini sigur hann, at tað er skaðiligt at tosa um hall ella avlop í staðin fyri at tosa um hvørjar tænastur verða betri. Tað ber ikki til at nýta hugsunarháttin í einari fyritøku, tí hon helst skal vinna pening, meðan tað almenna, ístaðin fyri at hugsa um undirskot, skal hugsa um tænastustøðið, sigur Herman Oskarsson. Hann sigur eisini, at tað almenna fer prinsipielt ikki á heysin. Hetta tykist vera galdandi líka mikið støddina av almennu útreiðsl-unum, og líkamikið støddina frá blokkstuðuli og inntøkum frá vinnuni v.m.
Um hetta er at siga, at hevur tað almenna ikki inntøkur til at dekka sínar útreiðslur við, so steðgar tað sjálvandi eisini upp. Royndirnar frá fyrst í nítiárunum hava vit jú frískar í minninum.
Vit eru nøkur sum halda, at tað ikki er so stórur munur á einari fyritøku og tí almenna sum búskaparfrøðingurin vil gera tað til. Felags fyri fyritøkuna og landið er, at útreiðslurnar helst skulu mótsvarast av inntøkum - tað havi eg sjálvur altíð hildið. Eg eri eisini av teirri fatan, at økt tænastustøði krevur øktar inntøkur.
Føroyski búskapurin er sera einfaldur, sigur Herman Oskarsson. "Fara fiskaprísirnir upp, gongur væl, og fara teir niður, eru vit prísgivin". Saman við alivinnuni er hetta einfalda orsøkin til hallið, slær búskaparfrøðingurin fast.
Tað framgongur púra greitt av samrøðuni, at niðurskurðurin í blokkinum eftir hansara tykki ikki hevur nakran fíggjarligan týdning og tí ikki er ein av orsøkunum til hallið á fíggjarlógini. "Tað er og vil altíð vera ein politiskur og hugsjónarligur spurningur, um hann skuldi verið skerdur ella ikki", sigur Oskarsson. Tað framgongur eisini týðuliga, at vøksturin í almennu útreiðslunum uppá meira enn eina milliard heldur ikki er ein orsøk til at fíggjarlógin vísir hall. Nei vinnan fær einsamøll alla skyldina av hallinum á fíggjarlógini fyri 2004. Hon er einfalda orsøkin.
Ofta verður sagt, at búskaparfrøði er alt ov torskild fyri meiniga mannin. Hóast tað loyvi eg mær at tvíhalda um, at um almennu útreiðslurnar bert vóru øktar við 143 minus 52 milliónum krónum, so høvdu vit framhaldandi eitt risastórt yvirskot á fíggjarlógini, fyri ikki at tala um úrslitið, var blokkstuðulin ikki skerdur. Við hesum fortreytum hevði yvirskotið framvegis verið stórt, eisini við verandi trupulleikum hjá vinnuni.