Viðmerking til Jan Højgaard: Oljuprotokollatið er undanførsla

Óli Jacobsen
----------

Jan Højgaard kom til at avdúka í Rás 2 fríggjadagin, at hann veit ikki eingong, hvat ið hendir á egnari skrivstovu.
Hetta gekk sjón fyri søgn, tá ið hann gav skrivstovufólkunum hjá felagnum skuldina fyri manglandi eftirlit við útreiðslum á avrokningunum hjá fiskimonnum!!!
Meira ússaligt og ómansligt kann tað ikki vera. Tað er sjálvandi formaðurin, sum hevur alla hesa ábyrgd. Tí kann tað bara vera honum sjálvm fyri at takka, at støðan er so ring á hesum øki, sum hann sigur hana at vera. So einfalt er tað.
Hjá Jan Højgaard er tað altíð øll onnur , sum hava skuldina, tá ið tað ikki gongst eftir vild hjá honum.
Sjálvsagt havi eg samb. honum ábyrgdina av tí stak illa fráfarna sáttmálanum í 2011 vegna eitt oljuprotokollat frá 2005. Í hesum protokollati stendur, at um oljan fer upp um eina ávísa upphædd, skulu samráðingar vera um eitt ”møguligt býti” av hesum útreiðslum. Í hesi orðing liggur eingin skylda at broyta nakað í sáttmálanum. Annars eru samráðingar um eitt slíkt mál ikki annað enn tað, sum er møguligt til allar sáttmálasamráðingar.
Tá ið JH ger verkfallið, sum hann í óðum verki setti í verk í 2008, til eitt stríð um oljuna sum frádrátt, so er hetta ósatt sum næstan alt annað hjá honum. Tað er alment kent, at hetta verkfall var lýst aftaná, at reiðarafelagið hevði slept kravinum um at fáa oljuna inn í sáttmálan.
Loyvdi nýggjan frádrátt í sáttmálan
Í samráðingum er fremst talan um styrki og samráðingarkynstur. Hjá Jan Højgaard verður hetta lýst av, at í 2011 kom í sáttmálan ein nýggjur frádráttur fyri reiðskap hjá línuskipum. Her fór oljan frammanundan av óbýttum, so hetta hevði einki við nakað protokollat at gera. Hetta var ein grundleggjandi broyting í sáttmálanum, sum einki annað endamál hevði enn at minka um inntøkuna hjá fiskimonnum.
Evnini hjá Jan Højgaard at verja áhugamál fiskimanna komu eisini til sjóndar við skerjingini av inntøkutrygdina hjá fiskimonnum, sum fyrst og fremst rakti lægst løntu fiskimenninar. Hesum kann Jan Højgaard bert takka sær sjálvum fyri.

Aftur bakbit móti egnum skrivstovufólki
Fremsta virksemi hjá Jan Højgaard hevur verið at leggja øll onnur undir at vera skálkar. Men tað, sum lýsir mannin meira enn annað er, at hann aftur alment leggur eftir sínum egnu starvsfólkum. Slíkt er púra óhoyrt. Honum líkt leggur hann onnur undir bakbit. Men hjá Jan Højgaard kann tosast um bakbit so tað munar móti fólki, sum ikki sleppa at verja seg.
Sjálvur vil eg fegin taka alla ábyrgdina av tí, sum er hent í FF alla mína tíð við hjálp av framúr dugnaligum starvsfólki. Tað sum kann hava verið minni væleydnað taki eg einsamallur ábyrgdina av.