Hvat er kirkjan, og hvat skal hon meina og standa fyri?
Eg havi altíð verið so glaður fyri Kristusjáttan Pæturs í Matt. 16.18. Har sigur Jesus við Pætur: »Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni«
Ymiskt er, hvussu menn týða hetta ørindið, men út frá Pæt. 2,4-6 síggja vit, at kletturin er Kristus, og at tey trúgvandi eru steinar (klettar) bygdir oman á klettin, Kristus.
Hvat eyðkennir klettin? Hann verður standandi øld eftir øld, sjálvt um tað »brýtur í bæði borð«. Kirkjan skal verða ein tílíkur fastur, álítandi klettur inn í eina og hvørja tíð. Hon skal boða tann gamla lívgevandi bíbilska boðskapin, um synd og náði, lóg og evangelium. (Hon skal verja um hjúnalagið, børnini og stríðast fyri, at Guðs góði vilji verður fylgdur).
Hon skal ikki verða ein »tongul í brimi« sum slongist higar og hagar, alt eftir hvussu fleirtalið í fólkinum meinar, ella hvussu teir leiðandi í samfelagnum og í kirkjuni nú einaferð meina. Ein hevur sagt: »Tann kirkja, sum ger hjúnalag við tíðarandan, verður skjótt einkja!«
Skelkandi spurningar
Eftir at hava lisið teir 7 spurningarnar, sum bispur »testar« nýggjar prestar við, samb. Dimmu 19. mai, eri eg skelkaður og sorgarbundin. Ja, eg má siga, at eg stúri fyri okkara gomlu kirkju, um hasir spurningarnir skulu verða rættisnórur fyri komandi prestar. Bara tað, at bispur, sum hægsti kirkjuligi myndugleiki, kemur sær at seta hatta á prent, er skelkandi.
Eg spyrji sorgarbundin: Lesur hann ikki Bíbliuna? Er hon ikki rættisnórur fyri boðan, lív og levnað innan kirkjugátt?
Við atliti til spurningarnar eru vit fleiri, sum tí spyrja:
- Hvat er tað fyri prestar, biskupurin ynskir? Hvat er tað fyri kirkju, hann ynskir?
- Hví skulu teir prestar, sum í samvitsku síni eru bundnir til Bíbliuna, og sum hava tað 1900 ára gomlu kirkjuligu áskoðanina, ikki fáa loyvi til tað, (men helst blakast út)?
- Hevur kirkjan tikið feil øll hesi 1900 árini?
- Tulka hesir prestar bíbliuna skeivt, so sigið teimum og okkum øðrum í álvara, hvussu hon so skal skiljast.
Bispar, prestar, vit trúboðarar og onnur leiðandi hava sera stóra ábyrgd. Sakin er tann, at taka vit ikki bíbliuna í álvara, so taka vit heldur ikki menniskju í álvara. Taka vit ikki syndina í álvara, so taka vit heldur ikki Jesus í álvara. Tá verður krossurin gjørdur til eitt bert eiti, og tað andaliga virksemi verður ein sjónleikur.
Tá kunnu vit blíva sum læknin ið vanrøkir sjúklingin, so at hann doyr, »og blóðið verður kraft av okkara hond« samb. Ezek. 3,17-19.
(Í hesum sambandi er tað skelkandi at lesa Hósea kap. 4).
Fyrigeving uttan uppgerð
Í samband við áðurnevndu spurningar kom eg at hugsa um orðini hjá D. Bonhøffer: »Tann bíliga náðin er kirkjunar størsti vandi!«. Skulu prestarnir fylgja spurningunum, so óttist eg fyri, at orðini hjá Bonhøffer ganga út. Er kristinnavnið, kristindómurin, ja sjálv náðin ikki á útsølu (bílig), sum boðað verður fyrigeving uttan uppgerð? Jesus segði við fleiri av teimum, sum hann hevði fyrigivið og hjálpt: »Far avstað, synda ikki longur!«
Luther hevur sagt: »Eitt menniskja kann detta á sjógvin, men tað kann ikki liva í sjónum« T.v.s. ein kristin kann tíverri falla í synd, men hann kann ikki liva og innrætta seg í syndini, tí so doyr hann andaliga. Hann fellur frá trúnni og harvið úr náðini, og kemur inn undir Guðs vreiði.
Kirkjuráðini størri ábyrgd
Kirkjuráðini hava altíð havt stóra ábyrgd, men nú er hon blivin uppaftur størri.
Tey hava jú ábyrgd fyri at velja bíbliutrúgvar prestar, sum í samvitsku síni eru bundnir til Guðs orð, og at prestalyftinum, og sum í kærleika og við myndugleika tora at siga: »Skrivað stendur!«? og »So sigur Harrin!«
Hetta skulu tey hava dirvi at gera, sjálvt tá ið verðsligi ella kirkjuligi myndugleikin helst vildi »sálda« viðkomandi frá.
Mong siga, at stríð og klandur tømir kirkjurnar og forðar fyri veking. Men hvør stríðist? Eru tað bara teir fáu prestarnir, sum nú av øðrum hava fingið heiti »missiónsprestar«? Stríðist bispur, og tey, ið hugsa sum hann, ikki eisini? Jú, so sanniliga! Tað prógva m.a. teir 7 spurningarnir. Tað er bara hvør sítt stríð. Stríðið hevur sín prís, rætt er tað, men her vil eg minna á Ole Hallesby?s orð: »Kirkjusøgan prógvar, at vekingin hevur ongantíð liðið undir stríði fyri tí heilnæmu læruni!«
Meginparturin av Føroya fólki hoyrir til fólkakirkjuna. Tí vil tað, sum hendir í kirkjuni, óivað við tíðini eisini hava sína ávirkan á fríkirkjurnar.
Ynskja vit Guðs ríkis framgongd í Føroyum, og tað ynskja vit, so mugu vit biðja um veking. Vit mugu eisini biðja fyri bispi, prestum, trúboðarum og øllum okkum, sum boða Guðs orðið; at vit mugu boða Guðs fulla ráð, samstundis sum vit biðja um mátt og vísdóm til at stríða trúarinnar góða stríð.
Teir sjey spurningarnir eru soljóðandi:
1) Viðurkennir tú kvinnur sum prestar, og at tær eftir galdandi lóg fyri kirkju okkara eiga somu rættindi sum einhvør annar (mannligur) prestur?
2) Kanst tú samstarva við kvinnuligan prest bæði uttan og innan kirkjugátt?
3) Kanst tú víga eitt par, har annað ella bæði eru fráskild?
4) Kanst tú samstarva við fráskildan prest, bæði uttan og innan kirkjugátt?
5) Kanst tú samstarva við fráskildan prest, ið er giftur aftur, bæði uttan og innan kirkjugátt?
6) Vitl tú nokta at doypa børn hjá foreldrum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd?
7) Vilt tú nokta fólkum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd, at koma til altarborðið?
Guð signi mítt føðiland Føroyar!
Ætlaði ikki at skriva, men kenni meg noyddan.
Við sorgblídni
Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, Nes