Viðmerking til oddagrein í Dimmalætting 6. november 2006

Vegna Amnesty International Føroya deild, Margretha Nónklett, samskipari
??????

Amnesty International Føroya deild harmast stórliga um hugburðin, sum kom til sjóndar í oddagreinini hjá Dimmalætting 6. november 2006, har róð varð framundir, at tað kanska hevði verið best um fyrrverandi einaræðisharrin í Irak, Saddam Hussein, hevði verið skotin, tá hann varð tikin til fanga, tí so høvdu bæði Irak og umheimurin sloppið undan hesum og øllum komandi sakarmálum.

Hetta er ein sera óhugnalig niðurstøða og stríðir ímóti grundleggjandi mannarættindum og fólkaræðisligu meginregluni um, at øll hava rætt til eitt rættvíst sakarmál í samsvar við altjóða standard uttan mun til brotsverk. Tað merkir millum annað forboð móti píning og aðra grimliga viðferð og rættin til eitt rættvíst rættarmál uttan brúk av deyðarevsing. Tá vit tosa um grundleggjandi mannarættindi eru eingin undantøk, heldur ikki um talan er um Saddam Hussein.

Hugburðurin hjá Dimmalætting máar somuleiðis undan kravinum hjá irakska fólkinum um rættvísi, um at fáa brotsverkini viðgjørd og staðfest í einum sakarmáli.
?Amnesty International hevði leingi virkað fyri, at Saddam Hussein varð handtikin og settur til svars fyri álvarslig brot á mannarættindi, harundir krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Túsundavís av ofrum frá 30 ára ræðuligari viðferð hava krav uppá, at Saddam Hussein nú endiliga skal standa til svars fyri sínar gerðir.

Amnesty er ímóti deyðarevsing og tí eisini ímóti deyðarevsing fyri Saddam Hussein. At avrætta Saddam Hussein fer ikki at veita fólkinum í Irak rættvísi, men er tvørturímóti við til at rættvísgera ein revsingarhátt, sum tey sjálvi hava mótmælt, at hann hevur brúkt seinastu 25 árini. Sterkasti mátin at gera upp við fyrrverandi einaræðisharran hevði verið at dømt hann lívlanga fongsulsrevsing. Á tann hátt hevði Irak steðgað siðvenjuni hjá Saddam-stýrinum at avrætta mótstøðufólk síni og somuleiðis lagt lunnar undir eina friðarligari samfelagsmenning. Verður Saddam Hussein avrættaður, fer tað at seta arbeiðið móti deyðarevsing fleiri ár aftur.

Vit halda tí, at tað er sera hugstoytt, at oddagreinin í einum av landsins størstu bløðum rør framundir ein hugburð, sum ikki bert talar fyri at gera undantøk, tá tað snýr seg um grundleggjandi mannarættindi, men eisini sær burtur frá týdninginum av einum sakarmáli, sum skal staðfesta, hvat fór fram undir Saddam-stýrinum.

Til ber at lesa meira um sakarmálið móti Saddam Hussein á:
HYPERLINK "http://web.amnesty.org/pages/irq-061106-news-eng" web.amnesty.org/pages/irq-061106-news-eng