Viðmerking til oddagrein í Dimmu 26-06-06

Randi í Jógvanstovu

Fari við hesum at gera vart við, at vit eru ikki anarkistar, og eru heldur ikki við til at fremja anarkismu. Lógin um kommunusamanleggingar er hildin til punkt og prikk. Hvørki Leirvíkar ella Gøtu kommuna hava brotið nakra lóg við at gera samstarvsavtalu. Hvørgin av okkum ynskir at vinna nøkrum neis. Vit ynskja at samstarva á jøvnum føti, tað er so einki forborgið í tí, ella?
Tvær vælriknar kommunur ganga saman, finna góðar loysnir, til frama fyri borgarum okkara, skuldi nakað ilt verið í tí?
Greinskrivarin sigur, at vit kundu veri eitt alternativ mótvegis Klaksvíkar og Runavíkar kommunu. Hví alternativ til tær kommunurnar ? Hattar er bygdasligt tvætl, tú gongur í alt ov trongum skóm. Samstarv er lyklaorðið!
Gevist við hasum lokalpatriotiska møsninum, og kom víðari á leiðini fram, borgaranum til frama, eins væl og samfelag okkara.
Upp um stikið, út um bøgarðarnar, kann tykjast ræðandi í fyrsta umfari, eg meini tó at vit eiga at royna tað.
Við ynski um gott samstarv framyvir.