Viðmerking til staðfesting av endaligu Heimastýrislógini!

Bergur Wardum
?????
Heiti kann vera nógv, og í hesum sambandi er heiti Yvirtøku- og Heimildarlóg, og setir tað nógvar spurningar við, hvat Danska Stjórnin vil við hesum lógum!
Í stuttum kann sigast, at hesar lógir eru úrslit av Sjálvstýristilgongdini, sum í stuttum kann sigast, hevur skatt trúvirði hjá Danska Statinum, tí í veruleikanum er Danski Staturin einki annað enn eitt hjálanda-veldi, hvørt vit vilja vera við tað ella ikki, og heimastýrislógin er í dag ein útbrendur akademiskur dulbúnaður / »camouflage«, sum hevur virkað fram til nevndu tilgongd, og Løg-maður okkara fór út í heim at gera millumtjóðaavtalur!
Tann mannagongd, sum hevur verið nýtt, hevur avdúkað okkara hjálandastøðu, og vil heimildarlógin, saman við teimum Donsku viðmerkingum fyribyrgja hesum, tí er tað altumráðandi, at Grundlógin verður nevnd í viðmerkingunum. Restin er virðisleyst í samband við okkara Statsrættarligu støðu, sum vit fingu staðfest í tí einasta fordømi, har bæði Danskar og Føroyskar viðmerkingar vóru, og var tað heimastýrislógin. Ríkisumboðskvinnan, Birgit Klejst, hevur staðfest fyri Løgtinginum, at føroysku viðmerk-ingarnar ongan sum helst týdning hava fyri danir!
Tað er umsitingin, ið eigur at tryggja at lógaruppskotini eru politiskt borðbær, tað vil siga, at lógaruppskotini løgfrøðiliga hanga saman áðrenn tey koma fyri Tingið. Tað er Løgtingsskrivstovan, ið eigur at tryggja hetta. Men tað er ikki hent í hesum týdningarmiklu málum, tí vit hava sum kunnugt, bæði Danskar og Føroyskar viðmerkingar, sum ger, at málið er sera óruddiligt. Herumframt kemur, at í álitinum til málið átti at verið ein niðurstøða frá Altjóðaserfrøðingum í Stjórnmálafrøði. Tá hesin parturin var komin uppá pláss, so áttu vit at tryggja okkum lyfti frá Donsku Stjórnini um, at hesar lógir vórðu lagdar fyri ST og aðrar altjóðastovnar- og felagsskapir, áðrenn tær vórðu samtyktar!
Eftirtíðin vil ikki einans døma politikararnar fyri at teir soleiðis hava givið fatan av, at teir vóru óvitandi um tað, teir samtyktu, men eisini fyri at hava givið fatan av, at teir ikki vistu hvat teir samtyktu. Men sanniliga eiga politikararnir eisini at verða dømdir og eftirmettir fyri, at hava vilja fjalt seg aftan fyri virðisleysum viðmerkingum, sum einans eru tilætlaðar at rættvísgera seg sjálvar tá aftur er brúk fyri stuðli frá veljarunum, sum teir so-leiðis hava niðurgjørt.
Hesar viðmerkingar skulu enda við titlinum á einari kendari skaldsøgu:
»Grát, grát mítt kæra land.«
Hvat hevur mítt kæra land gjørt, síðani tað hevur uppiborið slíkan politikk!