Viðmerking til svar: "Avgreiðslugjald ella eykaskatt"

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður



Í bløðunum hevur Bjørn Kalsø eitt svarskriv til mína blaðgrein, um álagda gjaldið fyri fiskiloyvi og flytan av fiskidøgum. Tøkk skal landstýrismaðurin hava fyri tað. Svarið gevur tó onki gjøgnumskygni av, hvussu júst 500 krónum í avgreiðslugjaldi av fiskiloyvinum kemur fram.
Hvat skal útróðrarmaðurin í veruleikanum gjalda fyri ? Tað var høvuðsboðskapurin í lesarabrævi mínum.
Í § 9 stk.1 stendur í lóg um vinnuligan fiskiskap, at landstýrismaðurin hevur heimild at gera:
5) Skipan við veiðu- og fiskiloyvum og avgreiðslugjald í hesum sambandi og í sambandi við avhending av fiskidøgum og kvotum.åØå
Formelt hevur landstýrismaðurin, sum eg eisini vísti á í greinini, loyvi til at áleggja gjøld fyri fiskiloyvi, men eg meti ikki at tað er í tráð við andan í lógini, at smærru útróðrarbátarnir skulu gjalda 500 krónur fyri at endurnýggja sítt fiskiloyvi. Er tað ikki útróðrarbátarnir og smærru fiskiførini ið gjalda bróðurpartin av áløgdu upphæddini og hvussu stórur (lítil) er parturin, ið hevur upp í 15 loyvir. Mær vitandi eru hvørki brúkarar ella politiska skipanin hoyrd, og eg eri framhaldandi av tí áskoðan, at Løgtingið ikki hevði samtykt, at útróðrarmaðurin og tey smærru fiskiførini skuldu gjalda stórt sæð alt gildið.
Skemtilig er samanberingin hjá landstýrismanninum, tá hann til sammetingar nevnir nøkur dømi um gjøld fyri tænastur, ið eg haldi fult undirbyggja, at onki grundarlag er fyri okursgjaldinum fyri loyvinum til smábátar, citat:
Fyri at lýsa spurningin kann til samanberingar nevnast, at skal borgari hava pass, koyrikort, nummarspjaldur á bilin ella ein seyð fluttan í aðra oyggj, verða avgreiðslugjøld kravd inn av avarandi stovni ella ráði.
Fyri eitt pass ið er galdandi í 10 ár verður goldið 400 krónur, sama arbeiði at útskriva barnapass, men hetta er nógv bíligari.
Útskrivan av koyrikortið ið er laminerað kostar 550 krónur og kann í besta føri verða galdandi í 58 ár. Verður kortið endurnýggja vegna burturmiss ella tað brotnar er prísurin 250 krónur. Endurnýggja vegna aldur skal brúkarin bert gjalda fyri læknaváttan.
Tá talan er um nummarspjøldur, er tað eisini ein langtíðaríløga, har tú fyri peningin fær útflýggjað eitt sett av nummarplátum.
Tá talan er um seyðaflutning millum oyggjar fær tú eina tænastu. Nú talan er um gjald hjá smábátum mótvegis risaskipum, hevði eg roknað við, at ivaleyst kostar meir at fáa eina kúgv flutta um fjørðin enn ein seyð.
Til seinast fari eg at heita á landstýrismannin um at geva eina frágreiðing við greiðari uppseting av roknistykkinum, hvussu lutfallið millum arbeiðsorku og útreiðslurnar hjá Fiskimálastýrinum av at útskriva fiskiloyvi kann verða 500 krónur.