Viðmerking til tíðindi í útvarpinum í mánakvøldið

Jan Mortensen
Vinnuhúsið
-------------------------

Útvarp Føroya bar í gjár tíðindi, ið skilliga høvdu til endamáls at seta Vilhelm M. Johannesen í ringt ljós undan komandi aðalfundinum í Havnar Handverksmeistarafelag. Útvarpið siteraði ónavngivnar keldur og samstundis var víst til innanhýsis starvsfólkaviðurskiftir í Vinnuhúsinum.
Vilhelm M. Johannesen hevur lagt frá sær sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, so stríð um hansara persón ikki skal skaða feløgini. Hesa avgerðini virða bæði leiðsla og starvsfólk í Vinnuhúsinum, og vit kunnu samstundis staðfesta at einki útistandandi er millum Vinnhúsið og Vilhelm M. Johannesen, hvørki viðv. fundarpeningi ella í persónligum viðurskiftum við starvsfólki.
Vit eru ikki og ynskjast ikki at gerast partur av einum maktstríði innan Handverksmeistarafelagið.
Víst verður annars til tíðindaskriv frá fríggjadegnum.