Viðmerkingar landsstýrissins til aðalorðaskiftið

Landsstýrið heldur hesa frágreiðing og orðaskiftið sum heild vera tekin um, at teir komandi fundirnir millum landsstýrið og stjórnina fara at vera virðiligari, enn fundurin tann 17. mars.

Fólkatingið hevur í dag tikið til eftirteknar frágreiðing hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, um samráðingarnar millum Landsstýri og donsku stjórnina um føroyskt fullveldi.


Landsstýrið heldur hesa frágreiðing og orðaskiftið sum heild vera tekin um, at teir komandi fundirnir millum landsstýrið og stjórnina fara at vera virðiligari, enn fundurin tann 17. mars.


Landsstýrið hevur hesar viðmerkingar til tað ítøkiliga innihaldið í

frágreiðing forsætismálaráðharrans:



1. "Færøernes befolkning skal træffe en beslutning, et valg (...) som i virkeligheden kun kan og kun skal træffes på Færøerne."


Við hesum virðir forsætisráðharrin tey fólkarættarliga tryggjaðu rættindini hjá føroysku tjóðina at taka avgerð um egna lagnu. Hetta fegnast Landsstýrið um.



2. "Det, der binder os [danskere og færinger] sammen, er de stærke

kulturelle og de fælles historiske bånd".


Landsstýrið tekur undir við hesi fatan: Tað eru ikki pengar og politiskt vald, sum knýta føroyingar og danir saman, men mentanarlig bond, søgulig bond, og familjubond. Hetta er júst orsøkin til, at Landsstýrið vil koma burturúr tí búskaparliga og politiska bundinskapinum, sum í so nógv ár hevur helvt til klandur og stríð millum tjóðirnar. Tá bundinskapurin er burtur, kunnu tjóðirnar í einum veruligum felagsskapi samstarva um tað, sum knýtir tær saman, uttan at togast um valds- og peningaspurningar.





3. "Verden har forandret sig helt afgørende gennem de sidste blot 10 år. Globaliseringen er en realitet. Konkurrencen er blevet hårdere.

International økonomi hersker".


Landsstýrið hevur í øllum sínum fyrireikingum tikið støðið í, at altjóðagerðin er ein veruleiki. Hetta er ein tann fremsta orsøkin til, at føroyska tjóðin fær fullveldi, tí fullveldi er atgongumerkið, sum gevur atgongd til luttøku í altjóða samstarvi og altjóða felagsskapum. Tað er bert um Føroyar ikki fáa fullveldi, at altjóðagerðin er ein trupulleiki, tí so leingi Føroyar eru undir donskum valdi, kunnu vit ikki at luttaka í altjóða samstarvi á stjórnarstigi. Hetta kann hava við sær eina avbyrging, sum verður til stóran bága fyri føroyskan búskap í framtíðini.




4. "Etableringen af Færøerne som suveræn stat vil indebære, at Færøerne overtager kompetencen på samtlige områder, der vedrører Færøerne. (...) Med det politiske ansvar for de nye områder følger også det økonomiske ansvar, finansieringsforpligtigelsen".


Hetta er júst Landsstýrisins fatan. Landsstýrið fegnast um, at Stjórnin og Landsstýrið eru samd í hesum spurningi.




5. "Regeringen fastholder en økonomisk overgangsordning på 3-4 år".


Landsstýrið minnir á, at Landsstýrið og stjórnin tann 10. juni 1998 gjørdu eina avtalu við soljóðandi orðaljóði:


Den Danske Regering og Færøernes Landsstyre, som er besluttet på at fremme et nyt grundlag for det bilaterale samvirke og på baggrund heraf er indstillet på at indlede forhandlinger, på Landsstyrets foranledning, om de fremtidige bilaterale relationer. Den Danske Regering har noteret sig, at Færøernes Landsstyre i sin koalitionsaftale har som målsætning at oprette Færøerne som suveræn stat. Regeringen er indstillet på, at der på denne baggrund, og på Landsstyrets foranledning, indledes forhandlinger om Landsstyrets ønsker om et nyt grundlag for de fremtidige bilaterale relationer mellem Danmark og Færøerne.

Der er tillige enighed om, at der sideløbende indledes forhandlinger om en overgangsordning, herunder en økonomisk overgangsordning, der tilstræber opbyggelsen af en selvbærende færøsk økonomi.


Bæði Fólkatingið og Løgtingið hava samtykt hesa avtalu.


Landsstýrið ivast í, um ein skiftisskipan uppá 3-4 ár er nóg mikið til at tryggja, at endamálið við hesi avtalu verður rokkið.


Landsstýrið tulkar tí hetta sum eitt samráðingarútspæl.




6. "Danmark kan ikke forpligte sig til et fast bidrag til levefoden på Færøerne i en længere årrække i forhold til en suveræn stat. En sådan garanti (...) vil herudover svække de færøske myndigheders incitament til at føre en ansvarlig økonomisk politik".


Landsstýrið tekur fult undir við, at stórar veitingar uttaneftir ikki eggja føroyskum politikarum til at reka ábyrgdarfullan búskaparpolitikk. Landsstýrið sær hetta sum eitt tekin um, at tað er endamálið hjá bæði stjórnini og landsstýrinum, at stuðla føroyingum í ætlanunum at koma burturúr studningsbúskapinum, og fáa ein sjálvberandi búskap.


Hin møguleikin er framhaldandi bundinskapur og danskar veitingar í óásetta tíð frameftir, uttan at føroyskir myndugleikar hava fulla ábyrgd.


Landsstýrið hevur í hesum sambandi heft seg við tað, ið framsøgumaðurin hjá størsta stjórnarflokkinum, Socialdemokratiet, segði um, at uttan mun til hvørjar broytingar verða gjørdar í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar millum, so fara tær at hava við sær minkandi ríkisveitingar.



7. "Færingers deltagelse i det danske samfund, det skal der ikke være tvivl om, er på mange måder værdifuldt".


Landsstýrið skilir hetta sum eina umbering fyri tær ódámligu etnisku

útrokningar, sum stjórnin legði fram á fundinum tann 17. mars. Landsstýrið fegnast um hesa umbering.




8. "Regeringen vil konstruktivt medvirke til at finde forhandlingsløsninger for landsstyrets selvstændighedsplaner."


Landsstýrið tulkar hetta sum eitt greitt prógv um, at tað sum hendi á

fundinum tann 17. mars, ikki fer at endurtaka seg. Landsstýrið fegnast um hetta.




9. "Vi opfatter rigsfællesskabet som et fællesskab mellem ligeværdige

partnere".


Hesi fatan tekur landsstýrið sjálvsagt ikki undir við. Danska ríkið er eitt eindarríki, og heimastýrini í Føroyum og Grønlandi eru undirskipað stjórnarvaldinum í Keypmannahavn. Hetta er eisini orsøkin til, at Grønland og Føroyar onga ávirkan hava á eitt nú uttanríkis- og verjupolitikkin hjá danska eindarríkinum, og at føroyskt og grønlendskt øki kann nýtast til hernaðarlig endamál, sum føroyingar og grønlendingar hvørki fáa ávirkan á ella innlit í.


Talan verður sjálvsagt ikki um ein javnbjóðis felagsskap, fyrr enn partarnir eru javnsettir. Og tað er júst hetta, landsstýrið vil: At vit byggja upp ein veruligan felagsskap millum javnsettar partar.


--


Landsstýrið leggur seg sjálvsagt ikki út í, hvussu stjórnin velur at kunna fólkatingið í samráðingunum. Landsstýrið ivast ikki í, at tann

fólkatingsnevnd við 21 limum, ið verður sett, eigur at gera samrðingarnar smidligar, og harvið tryggja, at tær kunnu enda í juni, soleiðis sum landsstýrið og stjórnin samdust um á fundinum 17. mars.



Føroya Landsstýri