Viðmerkingar StÍF-VB

Eftir dystin fingu vit orðið á Jústines Justinussen, venjara hjá StÍF, og Rannvá Augustinussen hjá VB. Hetta søgdu tey um dystin.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Brenna upplagdar møguleikar
Eftir dystin fingu vit orðið á venjaran hjá StÍF, Jústines Justinussen. Hann var skuffaður av úrslitinum, men helt, at hansara leikarar brendu ov nógv henda dagin.
- Vit gera fyrst og fremst ov nógvar tekniskar, og hetta kostar hjá okkum. Harafturat brena vit ov nógvar upplagdar málmøguleikar í seinna hálvleiki, og tá kunnu vit ikki vinna dystin. Í verjuni royna vit at mansverja Daivu, men tá fáa vit ikki ordiliga fatur á Ivanu, tí vit megna ikki ordiliga at takkla í gjøgnum. Hetta var ikki heilt gott í dag, men tað verður betri.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sera lág leikferð
Eftir dystin fingu vit eiisini orðið á ein av leikarunum hjá VB, Rannvá Augustinussen. Hon var ikki heilt nøgd við innsatsin, sjálvt um tær vunnu.
- Sjálvandi er tað gott at vinna dystin, men vit spæla ikki serliga væl í dag. Leikferðin hjá okkum er alt ov lág í dag. Vit hava at kalla eingi mótálop í dystinum, og til tíðir eru vit ikki nóg skjótar aftur. Tíbetur bjargar Asta teirra opnu møguleikan, so hon var sera týdningarmikil í dag. Vit hava nógvar heilt ungar leikarar, so tí kann vera eitt sindur upp og niður. Eg haldi tó, at tær eru ótrúliga raskar, og duga væl at taka ábyrgd tá á standur, og tað gera tær eisini í dag.