Ditlev Tamm, juraprofessari við Københavns Universitet er samdur við dóminum og premissunum í honum. Men honum dámar kortini ikki mátan, sum hvítusunnupresturin úttalar seg uppá.
- Við at tosa frá einum prædikastóli á Bíbliunnar grund sleppur hann í Svøríki ígjøgnum við ytra kanti av neglunum, tí her er talan um sera grovar og ógvuliga ærumeiðandi úttalilsir um ein kynsligan minnilutabólk, tey homoseksuellu. Hevði hægstirættur dømt hann, og givið honum eina milda revsing, eina bót ella ein betingaðan fongsulsdóm, eri eg ikki vísur í øðrum enn at svenski staturin hevði verið fríkendur í Strasbourg. Í Danmark høvdu slík úttalilsir endað við dómi.
(Advokaturin og mannarættindaserfrøðingurin, Tyge Trier)
- Tá ein sær úttalilsir hansara svart á hvítum, er ikki talan um góðan lesnað. Eg hevði ikki kunnað sagt tað sama. Hinvegin so mugu vit ikki enda í einum “korrektheds-samfelagi”, har ein eigur at hugsa seg um fyri hvønn einstakan setning, og ein eigur at kunna lesa upp úr Bíbliuni uttan at verða sligin á fingrarnar. Eitt mark skal vera, men har eru vit ikki við hesum sakarmálinum.
(Sóknarpresturin í Løsning-Korning, Henrik Højlund, sum hoyrir til tann konservativa partin í donskum kirkjulívi)
- Eitt líknandi mál sum hetta kundi komið fram í Danmark. Hetta merkir kortini ikki, at eg stuðli slíkum niðrandi úttalilsum, sum tað at samanbera tey homoseksuellu við ein krabbameinssvull. Tað er altíð ein javnvág millum talifrælsið og trúarfrælsi. Hvussu ein úttalar seg eigur jú at vera upp til etikkin hjá tí einstaka, og her er Åke Green opinbart ein fanatiskur, einsporaður og fundamentalistiskur persónur. Ein eigur at ansa eftir at hann ikki verður gjørdur til pínslavátt.
(Kjeld Holm, biskupur í Århus)
- Vit føla í dag ein stóran tørv á at takka og heiða henda mannin (altso Åke Green) sum einsamallur bjóðaði av og vann hesa sera álvarsomu royndina at minka um trúarfrælsið í Svøríki. Hetta málið vísir til fulnar, hvat ein persónur við móti, ryggi og eini einfaldari trúgv uppá kann røkka, við at siga at tað sum stendur í Guds orði er satt og eigur eisini at verða prædikað í okkara tíð. Åke Green hevur traðkað greitt fram, við eyðmýkd og trúarvissu sum eigur at verða eitt dømi til eftirfylgjan fyri okkum øll. Hann hevur hinvegin sett sín egna hentleika - og í roynd og veru eisini sítt frælsi – uppá spæl, fyri at føra eitt stríð og vinna sigur sum verður øllum kristinheiminum at gagni. Åke Green er uttan iva ársins navn í skandinaviska kristinheiminum.
(Kristna tíðarritið Magazinet, Noreg)