Formaðurin í Føroya Lærarafelag hevur sett seg á Mentamálaráðið og Fólkaskúlan, og har má onki hugsast uttan hansara loyvi. Formaðurin í Føroya Lærarafelag skal fylgja við og avgerða hvørjir tankar skulu hugsast í Mentamálaráðnum.
Tað má sigast at vera ein ótrúliga fornaldarligur hugburður, sum formaðurin í Føroya Lærarafelag hevur, tá hann sigur, at umsitingin í Mentamálaráðnum ikki má arbeiða við øðrum enn tí sum landstýrismaðurin biður um, og landstýrismaðurin skal sjálvandi ikki biðja um annað enn tað sum formaðurin í Føroya Lærarafelag vil hava.
Eftir áskoðanini hjá formanninum í Føroya Lærarafelag eru kommunurnar sum heild óegnaðar at hava skúlan undir hond, tí at kommunurnar í Føroya Kommunufelag ikki glaðbeintar góvu seg undir ein sáttmála, um at taka lut í lønunum hjá lærarunum.
Føroya Kommunufelag tók støðu í viðurskiftunum sum tey eru, tað vil siga, at Mentamálaráðið er arbeiðsgevari og tí er tað teir sum gera sáttmálar við lærarar-nar um øll teirra tænastuviðurskifti, eisini røkt av serstovum. Tað at Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag gera ein sáttmála sum er so óprofessionellur, at hann tekur kommunurnar inn í viðurskiftini er óvikomandi fyri kommunurnar, men tað sigur nógv um hvussu óbúgvið Føroya Lærarafelag er sum samráðingarpartur.
Formaðurin átti at takka Føroya Kommunufelag fyri hjálpina, nú savnsrøktin verður tikin við í arbeiðstíðina hjá lærarunum.
Viðareiðis kommuna er tikin fram sum eitt ræðandi dømi um hvussu illa kommunurnar fara við skúlanum. Viðareiðis kommuna hevur spent seg út á skúlaøkinum og hevur bygt ein skúla, sum ikki stendur aftan fyri nakran. Tað at kommunan heldur seg til grundregluna um, at tað er Mentamálaráðið, sum er arbeiðsgevari hjá lærarunum, og tí aftraði seg við at gjalda fyri savnsrøktina, er avgjørt at taka hattin av fyri.
Í gomlum døgum æt Fólkaskúlin Kommunuskúlin og kommunurnar høvdu ábyrgd av honum.
Í álitinum um uppgávu- og ábyrgdarbýrið millum land og kommunur er Fólkaskúlin nevndur sum eitt øki við ógreiðum ábyrgdarbýti. Tá soleiðis er, kann talan vera um, at leggja hann annaðhvørt til kommunurnar ella til landið. Tí er hetta eitt evnið, sum skal viðgerðast og ikki setast á tabulistan hjá for-manninum í Føroya Lærarafelag.