Viðmerkingar til Gallup-kanning

Javnaðarflokkurin
?????
Útvarp Føroya almannakunngjørdi sunndagin eina Gallup-kanning, sum vísti, at Javnaðarflokkurin er fremst til Fólkatingsvalið. Men munurin var einans 0.6%-stig.
Úrslitið av kanningini vísir, at Javnaðarflokkurin hevur størri undirtøku millum tey fólk, sum Gallup hevur ringt til. Tíbetur eru hagfrøðilig háttaløg, sum kunnu siga nakað um sannlíkindini fyri, at kanningin vísir eitt rætt úrslit. Tí er tað ein aðal-regla, tá veljarakann-ingar verða kunngjørdar, at hagfrøðiliga óvissan verður nevnd í sama viðfangi. Tað var ikki gjørt í gjár, og harvið kunnu fólk fáa ta fatan, at Javnaðarflokkurin er frammanfyri hinar flokkarnar í veljaraskaranum, hóast tað er greitt, at 0.6% er væl innanfyri hagfrøðiligu óvissuna.
Ábendingar sum vit hava vísa, at Javnaðarflokkurin ikki stendur so sterkur, sum kanningin hjá Gallup vísir. Og tá munurin er so lítil, sum Gallup-kanningin hjá útvarpinum vísir, kunnu smáting sum veðrið gera mun.
Vit halda ikki, at viðgerðin av Gallup-kann-ingini í útvarpinum og á portalinum higartil hev-ur verið nøktandi, og vit stúra fyri, at hetta kann skaða Javnaðarflokkin á valdegnum.
Tí vóna vit, at eingin tekur úrslitið sum givið. Eingin skal halda at slagið er vunnið.
Vónandi verður hetta tikið við í viðgerð av Gallup-kanningini í fjølmiðlunum. Og vónandi hava fólk hetta í huga valdagin.