Tað, at málið verður lagt út til hoyringar í bert 14 dagar í bestu feriutíð, er eftir míni metan ein stór vanvirðing av politisku skipanini í síni heild, og átti als ikki at komið fyri. Beinanvegin her sæst, at okkurt er spinnandi galið, og tú fært ein ringan smakk í munnin.
Fyrst eitt sindur um “burðardyggheit”, - hetta nýggja orðið, sum øll nú eru farin at láta sum papageykar. Eingin veit veruliga, hvat tað merkir. Eg havi t.d. roynt at spurt - eisini millum hægstu politikarar her á landi - nær ein kommuna er burðardygg, - men eg fái onki svar. Eg síggi annars í hesum uppskotinum, at Sandoyggin er burðardygg, at Sundalagið er burðardygt, men at Fuglafjørður er ikki burðardygg. Gøta/Leirvík ella Eysturkommuna er heldur ikki burðardygg. Tá er tað, mann spyr seg sjálvan: Hvar er logikkurin.
Tað eru nógvir mátar at argumentera uppá. Eg kann t.d siga, at Fuglafjørður er fimtstørsta pláss í landinum – tí tað er tað. Vit hava so at siga alt, ið skal til fyri at reka eina kommunu. Her eru skúlar, barnagarðar, eldrasambýli, nógv arbeiðspláss, ein rúgva av mentanarligum og ítróttaligum tilboðum, handlar - og eg kundi hildið á. So kemur spurningurin hjá mær: Er landið snikkað saman á rættan hátt, tá ið fimststørsta bygd ella staður, sum annars klárar seg fínt sjálvur, ikki kann vera ein sjálvstøðug kommuna, - um hon ynskir tað. Skal hon ímóti sínum vilja verða avtikin sum kommuna? Er tað rímiligt? Eru landsins lógir ikki tá tilpassaðar eftir onkrum øðrum landi enn okkara egna, kæra fosturlandi?
Eg kann halda fram at argumentera. Í Fuglafjarðar kommunu búgva uml. 1550 menniskju. Tað er uml. 3,1% av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Sum flestum kunnigt, so stendur Fuglafjørður rímiliga sterkur reint vinnuliga. Ein leyslig, men tó realistisk meting sigur, at vit eiga uml. 2 mia. av samlaðu føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, sum er uml. 13 mia. Hetta umroknað í prosentum er uml. 15. Tað vil so siga, at Fuglafjørður við sínum reiðiliga 3% av fólkinum og 15% av samlaða BTÚ’num í Føroyum kortini sambært skarpastu heilunum í Havn ikki er burðardyggur. Tá er tað aftur, eg spyrji meg sjálvan: Hvar er logikkurin?
Hvat skal forða fyri, at ein slík kommuna skal klára at taka sær av sínum gomlu sjálv, – serliga tá ið hugsað verður um, at pengar fylgja við til at gera hesa uppgávu fyri? Eldraøkið í Føroyum kostar uml. 400 mió. kr. Verða pengarnir býttir javnt eftir fólkatalinum, er okkara partur í Fuglafirði uml. 12,3 mió. kr. um árið. Skulu vit ikki klára hesa uppgávu sjálvi? Ella um vit nú saman við grannunum meta, at vit gera hetta best í felag, lat okkum so sleppa at gera tað í friði.
Og so eitt sindur um fólksliga tilgongd.
Í februar mánað í ár fingu kommunufeløgini skriv frá táverandi landstýriskvinnuni í innlendismálum, Anniku Olsen, har tey verða biðin um at taka støðu til eina fólksliga tilgongd í hesum máli. Í hesum sambandi verður beinleiðis tosað um fólkaatkvøður í einstøku kommununum. KSF svarar, at tikið verður undir við eini fólksligari tilgongd, og at stýrið tekur undir við, at Innlendismálaráðið í samráð við kommunurnar nýtir fólkaatkvøður í teimum einstøku kommununum sum amboð í fólksligu tilgongdini.
Í uppskotinum, vit nú fáa til hoyringar frá Helenu Dam á Neystabø, er alt tað fólksliga – eg vil heldur kalla tað, alt tað demokratiska - tikið út. Nú skal alt bara tvingast saman – um tú vilt tað ella ikki. Lurtið eftir hvat §6 stk. 3 í lógaruppskotinum sigur: “Fyri tær eindir, ið ikki innan ásettu freist eru skipaðar við sjálvbodnari samanlegging, ger landstýrismaðurin sbrt. § 4 uppskot til avtalu um samanlegging, sum avvarðandi kommunustýri skulu samtykkja innan eina freist, ið landstýrismaðurin ásetir.” Løgdu tit til merkis har stendur “ kommunustýri skulu samtykkja”. Í góðum, gomlum sovjettstíli. Tað við siga, at eg sum kommunustýrislimur veri tvingaður at samtykkja nakað, sum gongur djúpt ímóti míni egnu sannføring og samvitsku. So langt úti er tað. Nei, góða Helena, den går ikke. Hatta fært tú ikki meg til.
Tí var tað ikki minni hugstoytt at hoyra fyrrverandi landstýriskvinnuna og nú løgtingskvinnuna, Anniku Olsen í ÚF tann 5. juni á miðdegi siga, at hon fór at taka undir við hesi lóg, tí, sum hon segði, stórt sæð ikki eitt komma var flutt í mun til hennara egna uppskot. Eg skilji einki. Fyri mær er alt vent á høvdið. Er tað ikki munur á at hava eina fólkaatkvøðu um eitt so týðandi mál og so at gera tað beint ímóti fólksins vilja. Ja, eg spyrji bara!
Kommunustýrini, sum eru longdi armur borgarans, standa nú í kø at fortelja tykkum, kæru landpolitikarar, at tey vilja ikki tvingast saman við lóg. Í Vági var fólkaatkvøða fyri nøkrum árum síðani, og har segði ein greiður meiriluti av fólkinum, at tey ynsktu, at Suðuroyggin var 2 kommunur heldur enn 1. Tað eru bert góðir 3 mánaðir síðani, at 6 borgarstjórar í 6 meðalstórum kommunum alment heita á løgting og landstýri um at binda frið og gevast við øllum tosi um tvungna kommunusamanlegging, samstundis sum kommunufeløgini ferð eftir ferð hava boðað frá, at tær ikki vilja kennast við tvungna kommunusamanlegging. Ávirkar alt hetta einki. Hevur hetta onki at siga? Nei, tað tykist sum um, at tað telur onki, hvat fólkið heldur. Bara strikurnar passa á onkrum skriviborði í onkrum málaráði í Havn, so er alt fínasta slag.
Mín áheitan á politiska systemið skal vera, at tit sum minsta mark lata fólkaviljan ráða. Tað má tó vera tað minsta! Hava tit ætlanir um at leggja kommunur saman, spyrjið so fólkið. Annars eri eg sannførdur um, at um uppleggið frá landstýrinum var, at tað vóru einar 12 - 15 kommunur her á landi, og at samstarvsøkini vóru á leið tað, sum uppskotið leggur upp til, var alt hetta als ongin trupulleiki, og tað gekk sum smurt ígjøgnum allastaðni.