Bergun Kass
Nú er nakað síðani at Kvinnudagurin fór afturum og nógv varð og er aftur kjakast um javnstøðu og rættindi hjá kvinnuni.
Eg havi hug at vísa á nøkur sjónarmið ella viðurskifti, sum eg haldi ikki koma nógv fram í tosinum.
Tá ið tosað verður um kvinnur og karrieru, verður ofta víst á, at kvinnan skal raðfesta uppgávurnar øðrvísi, planleggja betur og samstarva betur við mann og húsfólk, fyri at fáa familju- og arbeiðslív at ganga upp.
Trupulleikin hjá kvinnuni er tíverri ikki bara av praktiskum karakteri - nei, hann er eisini av kensluligum karakteri. Tað eru nógvar mammur, sum vilja vera saman við sínum børnum meira enn bara nakrar fáar tímar um kvøldarnar, tá ið flest øll eru troytt av degnum.
Spurningurin um ábyrgdar- og leiðarastørv í niðursettum arbeiðstíðum, verður sjáldan havdur á munni.
Tá vit síggja kvinnur í niðursettum arbeiðstíðum, er tað at kalla altíð uppá ‘bekostning’ av innihaldinum í arbeiðslívinum. Flestu arbeiðspláss vilja ikki geva kvinnum ábyrgdar-/leiðarastørv í niðursettari tíð, og tí fer ein rúgva av góðum kvinnuligum leiðslukapasiteti, kvinnuligum tankavirksemi, konstruktivum kvinnukritikki, sunnari kvinnuskepsis og mongum øðrum fyri skeyti.
Umframt tað, at hetta eisini er persónliga og arbeiðsliga demotiverandi fyri kvinnuna.
Vit mugu arbeiða fyri arbeiðsumstøðum, har kvinnur eru við til at skapa karmarnar.
Vit skulu ikki luttaka bara uppá præmissini hjá monnunum, og innan ta arbeiðsmentan, sum teir hava bygt upp, men royna nýhugsan í sambandi við fyriskipan av arbeiðsuppgávum og
-tíðum.
Hetta er ikki kritikkur av monnunum fyri verandi arbeiðsmentan, men ein áminning um, at henda arbeiðsmentan ikki longur er tíðarhóskandi.
Tá ið samfelagið broytist frá ídnaðar- til vitanarsamfelag, mugu ‘aðrir bollar í suppuna’. Og her er tað vitan og fjølbroytni, sum setir dagsskrá.
Vit síggja tíverri ofta, at leiðandi kvinnur og kvinnur, sum hava ávirkan, fjala nakað av síni kvinnuligheit fyri at tekkjast, hoyrast, og fyri at kunna samstarva við menninar.
Til dømis síggja vit enntá, at klædnadraktin fer at líkjast tí hjá monnunum. Eisini er tað eitt sindur populert at tosa hart um, at man ikki dugir at gera mat, fyri so at vera vís í, at man ikki verður forbundin við ‘kjøtgrýturnar’. (Orsaka kvinnur! – hetta er ikki illa meint, bara ‘stof til eftertanke’).
Tá er einki vunnið, tí tað er fjølbroytni sum skal til, og vit skulu ‘bidraga’ við kvinnuvirðum.
Men er tað møguligt at verða leiðari niðursetta tíð? Sjálvandi! Fjølbroytni, ella broyting í arbeiðsfyriskipan kundi verði eitt stig ávegis
Til dømis kundu 2 kvinnur í felag átikið sær eina ábyrgdar-ella leiðarauppgávu. Tær kunnu skipa seg innanhýsis, soleiðis at onnur altíð er til arbeiðis.
Á minni arbeiðsplássum ber væl til at vera einsamallur um eina ábyrgdar-/leiðarauppgávu í niðursettari tíð. Tað krevur eina hugburðsbroyting, soleiðis at man ikki spyr um hvørt tað virkar, men heldur um, hvussu tað kann fáast at virka. Leiðarauppgávan er ikki treytað av stationærum arbeiðsstøðum, men hevur karakter av servitan og leiðaraevnum, sum í flestu førum ikki eru klokku- og staðbundin.
Lyklaorðið á øllum arbeiðsplássum ídag er trivnaður.
Hvør skapar trivnaðin hjá familjuni og í heimunum ? Eg rokni við, at í flestu førum er tað kvinnan, sum skapar hugna og ‘pylrar’ um mann og børn.
Hví skulu, og hvussu kunnu so bara menninir ganga á odda í samband við trivnaðinum á arbeiðsplássunum?
Teir kunnu útdelegera uppgávuna, sigur kanska onkur. Nei, hetta er ein uppgáva, ið hevur so stóran strategiskan týdning, at hon ikki bara kann útdelegerast í síni heild. Tað er ein uppgáva, ið veruliga krevur fokus frá leiðslunum. Veruleikin er óiva, at flestu mannligu leiðarar ikki hava áhuga fyri sonevndu “bleytu virðunum”. Tað er sum so eingin falliterklæring, at viðganga tað – bara ein staðfesting av, at persónligu eginleikarnir eru ymiskir og at kvinnur mugu vera við í leiðslum.
Royndirnar vísa eisini, at menn í ov lítlan mun ‘trekkja’ uppá ella spyrja seg til ráðs hjá kvinnuliga starvsfelaganum.
Á arbeiðsplássum eru menninir eru oftari entreprenørarnir. Dugnaliga leiðandi kvinnan lurtar eftir starvsfólkunum og hugsar meira um heildina og hevur áhuga í at allir arbeiðsbólkar, ella at øll liðini í arbeiðsketuni hava eins høga raðfesting og fullgóðar arbeiðsumstøður, soleiðis at ting hanga saman. Hetta hevur avgerandi týdning fyri forrætningskontinuitetin og fyri at fyritøkan mennist í einum positivum anda. Hetta er fyritreytin fyri góðum arbeiðsumhvørvi, góðum arbeiðsanda, felagskenslu og starvsfólkatrivnaði. Í stuttum - henda heildarhugsan er fyritreytin fyri væleydnaðum HRM (Human Ressource Management).
--
Vit hoyra onkuntíð, at menn eru bangnir fyri klókum kvinnum.
Kann tað hugsast, at teir, eins og teir hava lyndi til at seta í starv sínar mannligu líkar, eisini seta í starv kvinnuna, sum líkist teimum mest ?
So er heldur einki vunnið.
Tað mugu vera kvinnur sum hava røttu kvalifikatiónirnar, eru reflekterandi og kunnu geva konstruktivt við- og mótspæl, og ikki tær, sum í stóran mun ‘bara spæla við’.
--
Vit hoyra og tosa um vælferðarsamfelagið og vælferð á nærum øllum forrætningsligum økjum. Vælferðin verður her ofta gjørd upp í krónum og oyrum. Eiga vit ikki at steðga á og arbeiða fyri at livikorsvælferðin fyri tað einstaka menniskja er í trá við ynski hjá tí einstaka til vælferð?
Tað er sjálvsagt altíð vandamikið at generalisera, og vit eru ymisk sum menniskju og ymisk sum maður og kvinna. Men eg rokni við, at eg við mínum sjónarmiði, um meiri starvsfleksibilitet og breiðari leiðslur á arbeiðsmarknaðinum, umboði stóra partin av kvinnunum.
Sjálvsagt skal valið um arbeiðstíð vera frítt fyri ta einstøku kvinnuna, men eg haldi, at tað skulu verða fleiri arbeiðsmøguleikar í niðursettari tíð.
Kann kvinnan skapa virði fyri fyritøkuna ? Um ja, - latið hana so starvast undir teimum umstøðum, har hon trívist og hevur eina innaru javnvág.
Menning av kvinnuni í arbeiðslívinum, førir til menning av kvinnuni sum heild.
Hava kvinnurnar viðrák í arbeiðslívinum, søkja tær óiva eisini størri avbjóðingar.
Eisini vil eg koma við einum ískoyti og vísa á nýggju leiðarauppgávuna. Leiðaraavbjóðingin í vitanarsamfelagnum er, umframt at leiða fólk í trá við rutineuppgávur, til at leiða ymiskleika, leiða og menna búgvin, klók, reflekterandi og dugnalig starvsfólk, sum hugsa sjálvstøðugt og ynskja at hava ávirkan á arbeiðsgongd og -innihald.
Her eigur man avgjørt, eisini í leiðarasamsýningum, at skilja ímillum og løna leiðarum við atliti til hvat starvsfólk ella hvat starvsfólkapotentiali, teir eru settir at leiða og menna.
Við vón um, at hugt verður meiri nuancerað uppá hetta við leiðslum, kvinnuligum leikluti og kvinnuligu menningini í samfelagnum, soleiðis at tað verður umboðan og virði sum veruliga umboða kvinnufjøldina, -sum flyta mørk og skapa gróðrarumstøður fyri ta meinigu kvinnuna, og í seinna enda fyri alt samfelagið.