Viðmerkingar til samrøðu við Anniku Hoydal, ljósmóðir í Sosialinum

Sólfríða Helmsdal, sjúkrasystir á Føðideildini

Um ósemjuna á Føðideildini og Landssjúkrahúsinum sum heild vil eg ikki koma inn á, tí eg haldi hesir skulu loysast innanveggja har.
Men tá tosað verður um arbeiðið hjá sjúkrasystrunum á Føðideildini, vil eg gjarna gera nakrar viðmerkingar.
Fyri tað fyrsta er tað gott at síggja, at nevnt verður, at sjúkrasystrarnar hava bygt deildina upp ígjøgnum mong ár.
Hetta eru vit ernar av og er høvuðsorsøkin, at vit hava havt nógv, dugnalig og málrættað starvsfólk, sum alla tíðina hava nýggju familjuna í miðdeplinum.
Nógv nýggj vitan kemur allatíðina samstundis sum samfelagið, familjumynstrið og hugsanir um viðurskiftini hjá nýggju familjuni alla tíðina broytast.
Hetta ger arbeiði á deildini so sera spennandi.
Eitt av høvuðsmálunum hjá deildini er at veita vegleiðing, stuðul og røkt so mamman/familjan følir seg trygga í teirra nýggju støðu sum familja, tá tey fara heim av deildini.
Nevnt verður í greinini, at sjúkrasystrarnar átaka sær leiklutin sum lærarar. Ja, vit leggja stóra orku í at upplýsa og vegleiða foreldrunum um reinføri, góðan mat og livihátt og annað heilsufremjandi, so nýggja familjan hevur tað gott.
Okkara royndir eru, at tey eru glað fyri hetta og nærum øll taka av hesum tilboði.
Tað, sum síðan verður nevnt vóni eg er skeivt endurgivið.
Sagt verður, at alt ov nógvar fløskur (av mjólkatilbúningi) verða givnar.
Vit hava í nógv ár arbeitt eftir tilráðing frá Heilsustýrinum og WHO, har mælt verður til at virka fyri umstøðum soleiðis, at barnið helst bert fær bróstamjólk fyrsta hálva árið, um mamman ynskir og hevur møguleika til tess.
Tí hava vit greiðar reglur, sum siga nær gevast skal aftrat og grundgivið verður í hvørjum einstøkum føri, meðan stórur partur av arbeiðsorku okkara fer til vegleiðing, stuðul og hjálp at fáa gongd á bróstagevingina. Úrslitini hava eisini verið góð, og títtleikin av børnum, ið bert fáa bróst er høgur.
Nevnt verður, at barnið verður tikið frá mammuni um náttina. Tíbetur kunnu mammurnar svara fyri seg sjálvar og sum áður sagt, vóni eg, at Annika her er skeivt endurgivin.
Onkuntíð krevjast ávísar eygleiðingar, men oftast er tað ynski frá mammunum um so er.
Vit hava í fleiri ár arbeitt fram ímóti at fáa altjóða góðkenning sum Pinkubarnavinarlig deild (Babyfriendly), men hetta kann bert gerast við góðum tvørfakligum samstarvi. Har verður m. a. kravt, at mammurnar skulu hava møguleika at hava barnið hjá sær alt døgnið, júst sum tær hava tað á Føðideildini.
6. desembur 2006.