Viðmerkingar til ætlan býráðsins um fútaforboð

Skúlastýrið í Kommunuskúlanum
-------

Skúlastýrið hevur bert hoyrt um ætlaða fútaforboðið í fjølmiðlunum. So hóast vit av góðum grundum ikki vita annað enn tað, sagt verður í fjølmiðlunum, loyva vit okkum at koma við hesum viðmerkingum.

Orsøkin, til at skúlastýrið kærdi avgerðina um at flyta 10. flokk úr Kommunuskúlanum í Eysturskúlanum, er ikki sambært teimum lógum, sum eru galdandi, og tí er avgerðin eftir okkara tykki ólóglig í sær sjálvum. Tað, sum er hent í málinum, er, at Fiskivinnumálaráðið, sum er kærumyndugleiki í hesum málinum, hevur givið kæruni steðgandi virknað, og tað merkir tað, at tann avgerð, sum kommunan tók 17. des. 2009 fyribils er sett úr gildi.

Tað undrar í hesum sambandi, at eftir øllum at døma ávirkar hetta als ikki kommununa, sum ótarnað heldur fram við sínum fyrireikingum at stovna hetta nýggja tilboðið í Eysturskúlanum. Tí tykist ætlanin um at leggja fútabann ímóti Kommunuskúlanum sera løgin, her eingin broyting er farin fram, her verður bara bygt víðari á ta tilgongd, sum hevur verið støðugt ment við neyðugum dagføringum tey seinastu árini, og sum næmingar og foreldur higartil hava tikið væl undir við og verið glað fyri. Alt í MiðRás-leistinum er innanfyri galdandi fólkaskúlalóg, so sum lærugreina- og breytatilboðini, og gerandisdagsins siðvenju eru serskipanirnar við musikkskúlamiðnámi og parttíðarstarvi í vinnuni tvinnað við MiðRásina. Hetta eru skipanir, vit hava roynt í verki nøkur ár, við sera góðum úrsliti.

Tá avgerðin er sett úr gildi fyribils, so eru vit aftur í útgangspunktinum, og eingin broyting er farin fram í Kommunuskúlanum, sum tessvegna hevur rætt til at halda fast við tey tilboð, sum annars vóru ráðløgd. Kommunan hevur ikki loyvi til at avgera tað námsfrøðiliga innihaldið og skúlaskipanirnar einsamøll, men hevur lógarásetta skyldu at hoyra skúlastýrini í øllum slíkum málum. Og tað er ikki gjørt í hesum føri. Skúlastýrini vóru fyri nøkrum árum síðani samd um at royna eina skipan fyri 10. flokk sum sjálvstøðuga skúlaeind við serstøkum bygningi, bygdum til endamálið, í Marknagili, sjálvstøðugari leiðslu og lærarum, sum burturav skuldu arbeiða í hesum depli. Mentamálaráðið góðtók ikki hesa ætlan. Og ístaðin fyri at fara í skúlastýrini at tingast um nýggju støðuna, sum var íkomin, so tekur kommunan einvegis ta avgerð at flyta næmingarnar á annað stað, við øðrum leiðsluformi og aðrari læraraluttøku, enn tað skúlastýrini mæltu til. Og tað er hetta, skúlastýrið í Kommunuskúlanum hevur funnist at og fyribils fingið steðgandi virknað fyri, meðan kæran verður viðgjørd.

Kommunuskúlin hevur í løtuni nógv tað størstu 10. flokseindina í landinum og følir seg tí hava skyldu mótvegis næmingunum og foreldrunum at koma við einum tilboðið, MiðRás, til hendan aldursbólkin, sum vit hava lærarar, royndir og góða tøkniliga útgerð at taka ímóti. Vit loyva okkum bert at bjóða fram eitt virðiligt tilboð, sum vit í fleiri ár hava ment í samstarvi við myndugleikar, starvsfólk, foreldur og næmingar eins og fyriskrivað er í fólkaskúlalógini.

Tórshavn 18. mars 2010