Viðmerkingar um Arctic Viking

   

Sjónvarpið visti hóskvøldið 25. september at siga, at vit høvdu søkt mynduleikarnar um loyvi at leiguskráseta Arctic Viking í Litava.
Mánadagin 29. september játtaði undirritaði sum form. í Felagnum Rækjuskip at koma í SVF at tosa um støðuna hjá rækjuflotanum, og vóru har møguleikar at lýsa málið sum eina heild.
Henda møguleika fekk undirritaði ikki, tí nú hevði John Johannessen tevja blóð. Tú hevði sambært tær sjálvum í samrøðu við meg nýtt nógva orku og pening at nærlesa okkara roknskapir.
Har hevði tú funnið fram, at vit í 1999 høvdu goldið okkum 2,6 mio. í vinnings-býti, og at eg skyldaði Føroya fólki eina frágreiðing, at vit høvdu gjørt hetta longu árið eftir, at vit høvdu fingið ein part av landskassaveðhaldinum umlagt til rentu-og avdráttarfrítt lán. Tú kallaði tað "almenna innspræning"
Undirritaði segði tær, at eg fór ikki at gera eina telefonsamrøðu, har eg bert fekk møguleika at gera viðmerkingar til eitt eftir mínum tykki væl fortjent vinningsbýti. Tú hevði við tínum subjektiva journalistikki átt seinasta orðið kortini.
Tú koyrdi so tíðinda-vikuna upp á vinningsbýti á 2,6 mio, og fekk tað nærmast at ljóða, at nú vóru bert 5,3 mio. eftir av teimum 7,9 mio.
Skal til tín kunnleika nevna, at av 2,6 mio. fekk Landskassin 910 túsund krónur í skatti. Ikki so galin renta kortini av einum rentufríum láni.
Mánakvøldið 6. oktober var ikki so nógv luft eftir í ballónini. Nú hevði tú funnið fram til, at vit í roknskapinum høvdu upplýst, at vit í vár kundu selt skipið fyri 50 mio., og at eigararnir kundu býtt 16 mio. ímillum sín, eftir at hvør hevði fingið sítt, eisini Landskassin.
Eg hevði í samrøðu við teg um hetta sagt, at eg helt, at her høvdu vit sýnt samfelagssinni við ikki at selja og bara hugsa um sjálvir at sleppa vælbjargaðir burtur úr hesum.
Vóni ikki, at tú veruliga meinar, at tað hevði tænt Føroya landi, at vit á henda hátt góvust, og harvið samfelagið eitt aktiv fátækari. Mær tókti næstan synd í tær, um tú veruliga meinti tað. Haldi teir gomlu kollfirðingarnir høvdu kalla tað, at her "skeyt tú í dansin".
Tú segði í SVF, at um vit ikki fingu hjálp frá tí almenna at flagga skipið út, fóru vit á húsagang. Hetta hóast tú væl veit, at eg í samrøðu við teg segði, at vit ætlaðu ikki at lata tað fara so langt, at vit fóru á húsagang. Ein liður í hesi ætlan, er ætlaða leiguskrásetingin í avmarkað tíðarskeið at styrkja felagið fíggjarliga, til tað vónandi aftur verður lønsamt at dríva rækjuvinnu undir føroyskum flaggi.
Eg kann ugga teg við, at Landskassin undir øllum umstøðum fær sín pening aftur, um skipið verður selt av landinum. Eydnast tað okkum at varðveita skipið í 12 ár frá 1998 at rokna, er rentu- og avdráttarfría lánið liðugt avskriva, og tá hevur umleggingin av einum parti av almenna veðhaldinum sanniliga tænt sínum endamáli.

Søgan Arctic Viking
Um tú hevur journalistiskan rygg til veruliga at viðgera støðuna, skal eg her geva tær ein stuttan samandrátt um søguna hjá Arctic Viking:
Arctic Viking kom til Føroya á sumri í 1986. Eins og øll onnur skip, ið blivu bygd um hetta mundið, høvdu vit eisini Landskassaveðhald. Fyri okkara viðkomandi var veðhaldið 14,3 mio.
Fyrstu árini hildnaðust væl, og vit megnaðu at leggja til síðis, soleiðis at vit høvdu pening at niðurgjalda skuld og viðlíkahalda skipið, tá tíðirnar gjørdust slakari. Orsøkin til, at tað gekkst so mikið væl, var, at vit keyptu kvotur í Canadiskum sjógvi. Her var ongin almenningur íblandaður at vinna okkum hesi rættindi. Tað var egið uppsøkjandi arbeiði.
Gjøgnum 1990 ini breyt mangan í bæði borð fíggjarliga, men megnaðu vit kortini at hava skrúvuna malandi.
Í 1998 komu vit undir lógina, ið heimilaði Landskassanum at umleggja alment veðhald til rentu- og avdráttarfrítt lán. Okkara partur gjørdist 7,9 mio. av einum samlaðum veðhaldi á 14,3 mio., ið Landskassin skuldi av við, um skipið fór á húsagang. Landskasssin slapp soleiðis av við veðhald á 6,4 mio. krónur.
Í samband við umleggingina av parti av veðhaldinum, settu eigararnir 1 mio. krónur av nýggjum peningi í felagið.
Í 1999 gekkst so mikið væl, at vit høvdu avlop á 3,7 mio, eftir at hvør hevði fingið sítt, og allar avskrivingar vóru gjørdar. Útlitini vóru nú bjartari, oljan var bílig 0,75 kr/ltr, rækjuprísirnir á eini leið, og tað teknaði aftur til eina lønandi vinnu. Nevndin í felagnum metti, at endiliga var forsvarligt at útgjalda eigarunum vinningsbýti, sum væl nátturliga er ein partur av endamálinum, tá tú fert í holt við vinnuligt virksemi. Vinningsbýtið bleiv 2,6 mio., harav 910 túsund fór sum vinningsbýtisskattur í Landskassan.
Tey, ið hava fylgt eitt lítið sindur við, vita, at fylgjandi árini kom brádliga og óvæntað hóttafall á rækjuvinnuna. Oljuprísurin trífaldaðist, samstundis sum rækjuprísirnir fullu so munandi, at rækjuflotin fór at koyra við halli, eisini Arctic Viking.
Sum støðan er nú koyra vit og allur rækjuflotin við halli, og tað megnar ongin fyritøka í longdini.
Hetta hevur onki við áður útgoldið vinningsbýti at gera, men tað er heilt einfalt raksturin, ið ikki gevur avkast til at viðlíkahalda og varðveita aktivið.

Samandráttur:
Síðan Arctic Viking kom í 1986 hava vit útgoldið uml. 200 mio. krónur í lønum. Skatturin av hesum man vera áleið 100 mio.
Harafturat koma allar tær tænastur, ið vit hava keypt í Føroyum fyri nógvar, nógvar milliónir krónur. Hesin peningur er so aftur farin í umfar í samfelagnum.
Verður skipið selt, fær landskassin sítt lán 7,9 mio. krónur afturgoldið. Verður skipið selt fyri t.d. 50 mio. krónur, og felagið avtikið, fær Landskassin harafturat 5,4 mio. kr. í partafelagsskatti.
Verður skipið verandi í flotanum til ár 2010, undantikið einum styttri tíðarskeiði undir fremmandum flaggi, er lánið 7,9 mio. liðugt avskrivað, og hevur umleggingin í ríkiligt mát nátt sínum endamáli.
Nú kannst tú hr. John Johannessen gera tær eina meting og kanska koma á skýggjan í SVF við henni, hvussu tú metir Arctic Viking hevur roynst føroyska samfelagnum.

Kanning av rækjuvinnuni
Felagið Rækjuskip lat í vár gera eina nágreiniliga kanning av íkastinum frá rækjuvinnuni til føroyska samfelagsbúskapin, herundir tær ringrásávirkingar, ið verða avleiddar av vinnuni.
Kanningin var ein stað-festing av týdninginum av vinnuni, og sýnir ógvusliga árinið, um rækjuflotin fer fyri bakka.
Í hesum sambandi kann nevnast, at Felagið Rækjuskip áðrenn hendan kanningin bleiv gjørd, bæði í skrivum og á fundum hevur gjørt vart við, at álvarsamt hóttafall er á rækjuvinnuni, og hevur Felagið víst á møguligar loysnir at bjarga vinnuni.
Kanningin bleiv send øllum fjølmiðlum, øllum polittiskum flokkum, harafturat háttvirdu Føroya Løgmanni, Fíggjarmálaráðharranum og Fiskimálaráðharranum.
Einasti fjølmiðil, ið ikki tók kanningina upp við einum orði var Sjónvarp Føroya.
Einasti landstýrismaður eg havi hoyrt gera viðmerk-ingar alment og á fundi við Felagið Rækjuskip er Jacob Vestergaard Fiskimálaráð-harri, og tøkk skal hann hava fyri sínar positivu viðmerkingar.
Í skrivandi løtu havi eg ongan polittikkara hoyrt tikið kanningina upp á tungu við einum orði.
Nú málið um útflaggina av einum skipi er komið á breddan, har eitt reiðarí ger eina roynd at loysa sínar trupuleikar, sýnist at nakrir polittikkarar vakna við kaldan dreym.
Eri ikki kunnugur um, hvat Kári Højgaard og Jenis av Rana kenna til vinnulívið, men at sokallaðir frísinnaðir vinnulívsmenn sum Kaj Leo Johannessen og mín góði vinur Torbjørn Jacobsen fara at leggja fótonglar í vegin, nú eitt reiðarí hyggur út um landoddarnar, er mær óskiljandi.
Kári Højgaard stúrdi fyri avleiðingunum, um nú allur rækjuflotin fór undir fremmant flagg.
Nei Kári, so einfalt er tað ikki. Fiskiloyvir aðrastaðir hanga ikki á trøðunum, og tað krevur eitt miðvíst uppsøkjandi arbeiði, at fáa slíkar avtalur í hús.