Viðmerkjari, eygleiðari ella politiskur spunasmiður

Oddagreinin í Sosialinum 21. september 2011 við heitinum “Tíðin búgvin at flyta seg” er ein av mongum oddagreinum, gjøgnum eitt áramál, sum hava havt eittans endamál, nevniliga at greiða føroya fólki frá tí einasta og reinasta politiska sannleikanum.

Veittrandi húnar hátt við óheftum spjaldrið men ógvusligari slagsíðu, hevur Sosiali gangarin hjá Eiriki Lindenskov hjúklað um Javnaðarflokkin og afturhaldið.
Tað hevur eftir øllum at døma síðan 1998 verið eitt av høvuðsendamálinum hjá Sosialinum at leggja fótonglar fyri fullveldistilgongdini, hefta eitt spjaldur á øll fullveldisfólk og at gera gylta málið um eina frælsar Føroyar til ein bastard í politisku skipanini. Hetta kunnu øll fáa váttað við at lesa oddagreinir og viðmerkingar um tilgongdina í óhefta miðlinum, Sosialum hetta tíðarskeið.
Hesaferð er alneyðugt hjá Eiriki Lindenskov og Sosialinum at staðfesta hvør “veruligi” taparin av fólkatingsvalinum 15. september var. Eyguni máttu fáast burtur frá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum og vendast móti Tjóðveldinum, og sum ikki einaferð formanni floksins, Høgna Hoydal. Sjálvandi ikki eitt orð um at formaður Tjóðveldis var toppskorari í atkvøðum, tað vildi eisini verið heilt óhugsandi, og í andsøgn við huldustevnuna hjá hesum óhefta miðlinum.

Veruleikin – samb. Sosialinum
Hvat fær ein oddagreinsskrivara at skriva soleiðis um ein floksformann: “...til Høgni Hoydal kom sum floks¬ins frels¬ari í 1998...?” – er hetta ein vanligur lýsingarháttur í oddagrein, frá einum politiskum viðmerkjara og eygleiðara? Situr Eirikur sinniliga og metir um politisku støðuna, og endurgevur hana soleiðis..? Ella tá hann í somu oddagrein, eftir at hava greitt støðuna bæði í Fólka – og Sjálvstýrisflokkinum, staðfestir at: “Stóri spurningurin er, hvussu verður í Tjóð¬veld¬i¬num, ella um nakar er, sum kann taka við eft¬ir Høgna Hoydal, ella um Høgni Hoy¬dal fer víðari í oyðimarkargongdini”. Hvørja oyðimarkargongd meinar Eirikur Lindenskov við? Tjóðveldi hevur sitið í andstøðu í smá 8 ár ,rætt, men hesi 8 árini hevur flokkurin og tingmanning luttikið jaliga í tingarbeiðinum, í øllum nevndum gjørt eina rúgvu av semjum, lagt uppskot fram í rúgvuvís – nøkur eisini samtykt. Sjálvandi er tað hugaligari at sita í samgongu, men Tjóðveldi við Høgna Hoydal á odda, setti seg ikki í ein krók, tá Jóannes Eidesgaard bleiv kroystur innanflokka at siga CHE – samgonguna upp, og brúkti lásamálið sum kobling. Flokkurin sat eisini í samgongu í tíðarskeiðinum 1998 – 2004 og so meðan CHE samgongan sat, oyðumarkargongd? Nei her skal óhefti miðilin og blaðstjórin, viðmerkjarin og eygleiðarin aftur skapa ein veruleika, so tað skal vera eitt samfelagsligt politiskt faktum, sum uttan iva eisini skal brúkast í komandi valstríðnum, sum bara ikki er í tráð við veruleikan. Hetta er søgan um blaðið og blaðstjóran sum við at endurtaka eina lygn uppí saman, vónar at hon gerst veruleiki

Stýrisskipanin
Søgan um stýrisskipanaruppskotið kenna føroyingar frá einari síðu – frá Sjúrða Skaale og restini politiska sambandsvonginum í Føroyum, og so frá Lars Løkke Rasmussen. Ikki ein einasti miðil í Føroyum hevur ditta sær at lýst málið, gongdina, gjørt samanberingar við uppruna uppskotið og uppskotið sum fór aftur í nevnd. Nei heldur er málið lýst soleiðis: Sjúrður Skaale sigur eitthvørt – so kemur Hans Pauli Strøm, rópar – hoyrt! So Poul Michelsen, rópar hoyrt og nú í umrøddu oddagrein kvitterar blaðstjórin á óhefta miðlinum við at skrivað: “Soleiðis er eisini við stjórnarmálinum, har Tjóð¬veldi hevur gyrt seg í brøkur”. Tjóðveldi hevur als ikki gyrt seg í nakrar brøkur - veruleikin er at Tjóðveldi hevur flutt seg og givið seg fyri at finna eina semju, einki var gott – semjan var orða eftir sambands - og javnaðar treytum, saman við stovnaranum av Framsókn – tí libirala “tjóðskaparflokkinum” so fyrst og fremst danska stjórnin var nøgd. Dastið á Føroyar og rættin hjá okkum.

Viðmerkjari og eygleiðari – ella “spunasmiður”
Eirikur Lindenskov er sera íðin at fáa føroyingar at “skilja” at Tjóðveldi stendur einsamalt við fullveldi og loysing í sínari arbeiðsætlan. Tað hava vit, sum ynskja at vit skulu ráða okkum sjálvum vita so leingi, so Eirikur, júst hatta er ikki nakað nýtt á politiska vøllinum. Er tað kanska tað Eirikur meinar við oyðimarkargongd? Er tað sum óheftur politiskur viðmerkjari, eygleiðari at hann kemur til hesa niðurstøðu? Kring allan heim verður júst hetta mett at vera eitt hitt mest virda politiska endamálið, søgubøkur eru á tremur við hesum, viðingin um ynski at ráða sær sjálvum fúnar ongantíð. Men “viðmerkjarin og eygleiðarin” kann fyrigykla føroyingum júst tað øvugta. Hann vil saman við øðrum gera henda gylta vilja til kontfrontatiónspolitikk og polarisering, innibyrging og avmarking. Høvdu hesar oddagreinir verið týddar til onnur mál og givinart út í øðrum londum, ikki minst í Danmark hevði Sosialurin og blaðstjórin verið hildin fyri gjøldur. Tí hetta rákið sum Sosialurin hevur og leggur upp til, er vandakós sum fyrst og fremst elur politiskt leti og eitt komandi ættarlið har líkasælan verður eyðsýnd.
Spurningurin sum øll seta sær, tá blaðstjórin á óhefta miðlinum er á breddanum er um tað er sum viðmerkjari, eygleiðari ella politiskur spunasmiður?