Við paparazzi í hølunum

Tær tríggjar Carlsen systrarnar Vanja, Laila og Barbara eru vorðnar kend andlit í Miðamerikanska landinum Puerto Rico. Tær skulu syngja til vígsluna, tá tvey av kendastu fólkunum í Puerto Rico verða gift leygardagin. Fyri føroysku songkvinnurnar merkir hetta eitt lív við paparazzi myndamonnum og stórum fjølmiðla áhuga.

Tónleikur

Tær tríggjar Carlsen systrarnar Vanja, Laila og Barbara eru hesar vikurna vorðnar kend andlit í Puerto Rico, og litaði parturin av tíðindaheiminum í Miðamerikanska landinum, hevur lært 2 nýggj orð Faroe Islands.
Teirra ferð móti stjørnunum byrjaði, tá vinmaður teirra pianisturin, tónasmiðurin og Puerto Rico maðurin Adlan Cruz, beyð teimum at syngja í kirkjuni, tá hann og fotomodellin Melissa Rivera Carreras verða gift leygardagin.
Bæði Adlan og Melissa eru millum kendastu fólk í Puerto Rico, tí er brúðleypi ein hending, ið alt landið vendur eyguni ímóti.
- Hetta verður eitt ordiliga stórt brúðleyp, har øll tey kendu, guvernørurin og nógv onnur vera við, so tíðindabløð og aðrir miðlar eru ordiliga áhugaði í hesum. Her eru paparazzi myndamenn og onnur tíðindafólk, sum vilja vita alt um brúdleypið. Umboðsmaðurin hjá Adlas hevur biðið okkum um upplýsingar um Føroyar, og tað hava vit so givið honum, saman við linkum til onkrar heimasíðir, greiðir Vanja frá.
- Eingin kennur Føroyar í Puerto Rico, so tí vilja tey gjarna vita okkurt um hetta landið, sum vit eru úr, sigur Vanja.
Carlssen systrarnar virka á henda hátt sum umboð fyri Føroyar.
Vígslan verður send beinleiðis á internetinum á heimasíðuni, ið parið hevur fingið sær adlanandmelissa.com. Vígslan verður leygardagin kl. 16 lokala Puerto Rico tíð. Hetta er 4 tímar aftanfyri okkara klokkutíð, so um onkur føroyingur hevur hug til at fylgja við á alnetinum, so verður hetta kl. 12 føroyska tíð.
Systrarnar ferðast í løtuni kring Amerika við The Revival Ministry, í hesum døgum eru tey í Puerto Rico. Har tær síðan týskvøldið hava sungið til møtir hjá prestinum Rodney Howard Brown. Møtini hava verið í einum sali, ið tekur umleið 3000 fólk. Møtini vera somuleiðis send um allan heim á kristnu sjónvarpsrásini CTN.
-Stjórin á CTN, Bob Deander er ofta á møti hjá The Revival Ministry, greiður Vanja frá í telefonini úr Puerto Rico.