Við ár í hond - róðrarbáturin í baksýni

Sagt hevur verið, at føroyingurin varð føddur við ár í hond.
Róðrarbáturin hevði í farnum tíðum alstóran týdning hjá fólki at lívbjarga sær her á klettunum, - báturin var ein aðalhyrnissteinur undir samfelagnum

FØROYSKI BÁTURIN

Føroyingar sjálvir hava ikki átt skip frá einaferð í miðøld til 1804, tá ið Nólsoyar Páll og aðrir bygdu Royndina Fríðu suðuri í Vági. Hetta var ein roynd, sum tó fekk bráðan enda undir Napoleonskríggjunum. Ikki fyrr enn eftir at handilin varð frælsur í 1856, broyttist siglingarsøga okkara. Við byrjanini av slupptíðini í endanum av 1800-talinum fór skipaflotin at vaksa, og fiskivinnan gjørdist høvuðsvinnan hjá okkum.
Føroyski róðrarbáturin hoyrdi til tað gamla bóndasamfelagið. Men tá ið sluppirnar vóru lagdar fyri teym fyri veturin á firðunum, vórðu róðrarbátarnir nýttir til heimaútróður og stuðlaðu á tann hátt upp undir húsarhaldið, bæði hjá landinum og hjá familjunum.
“... hann føroyingum fylgdi í túsund ár...” yrkti Mikkjal á Ryggi í sanginum “Áttamannafarið” í 1913. Báturin hevði fylgt føroyingum frá landnámstíð til slupptíð, men var nú farin at verða hóttur ella loystur av, tí nýggir motorar vóru komnir. Hetta vóru 8-10 tons deksbátar, smíðaðir til útróður við línu og snøri. Yrkjarin sigur, at “eitt sótsvart, eitt klinkandi, stinkandi slag, teir velja – hann (róðrarbáturin) noyðist at víkja”. Hann syngur víðari: “Við fúnaðum stavni hann stendur í vørr” ella í einum ótøttum neysti, “so regnið kann rota” tann gamla viðin.
Sangurin var helst hugsaður sum svanasongur hjá tí gamla róðrarbátinum.
Tann nýggi báturin, avloysarin hjá áttamannafarinum, var dekksbáturin við motori. Hans Andreas Djurhuus yrkti samstundis í 1913 um hesar nýmótans sterku motorar: “Svartir í erva við hvítari gron móti stormi teir snýsa, ... boða frá frama og góðari veiði teir sterku motorar.”
Nakrir fáir av teimum gomlu bátunum eru tó á floti enn dagin í dag. Takkað verið góðum hondum og sterkum áhuga hjá teimum, sum arvaðu gripin. Og onkrir av teimum nú hundrað ára gomlu motorbátunum sigla eisini enn.
Hetta eru okkara ellisfør at kalla.

Útróður var høvuðsvinnan um veturin. Sluppfiskimenninir fóru við skipunum yvir á Suðurlandið í Íslandi um várið, komu aftur í mai og fóru síðani yvir á eysturlandið. Teir komu heim í september - oktober, og tá var sluppin løgd fyri teym fyri veturin.
Um 1920 fingu bátarnir motor ísettan, og eftir tað varð lítið róð út við gamla róðrarbátinum.
Í endanum av 1800-talinum fóru nógvir føroyingar yvir til Íslands at rógva út um summarið. Teir høvdu bátar við sær úr Føroyum. Hesir bátar vóru sera væl umtóktir av íslendingum, sum mangan keyptu bátarnar frá føroyingum eftir verskeiðið.
Í 1950- og 60-árunum fóru hundraðtals av føroyingum til Grønlands at rógva út við maskinbátum. Teir fingu loyvi at byggja sær smáttur ymsa staðni nær góðum fiskileiðum og búleikaðust har og róðu út alt summarið. Um heystið komu teir heimaftur við farmaskipum, sum eisini førdu saltaða fiskin heim til Føroya at turka og útflyta um víðu verð.
Kappróðarbáturin er ein nýtt bátaslag, lættari og smiligari bátur enn gomlu útróðrarbátarnir. Fyrstu kappróðrarbátarnir vórðu smíðaðir um 1930. Serliga vaks talið á kappróðrabátum í 1960-70. Hundratals av róðrarfólki rógva kapp um sumrarnar í tí nýggja føroyska róðrarbátinum.
5 ymiskir róðrarbátar eru í bátahøllini í framsýningini hjá Føroya Fornminnissavni í Hoyvík. Og í summar verður serframsýning um bátasmiðin Niklas i Koltri.
Ein av bátunum er áttamannafarið “Miklingur”. Hann er uml. 12 alin te. 7.6 m millum stavnarnar og er merktur til 1,53 tons.
Hvør maður hevði sín fasta sess á bátinum, sína egnu ár, snøri, agn og skjáttu ella útróðrarskrín. Fiskað varð mest í felag, og veiðan varð býtt eftir ávísari skipan.
Vanliga sat bátsformaðurin á eysrúmsbekki í bakborði, nevnt rangaborð, so hann betur fekk tosa við menn, meðan teir róðu. Varð siglt, setti hann se aftur í rong at stýra. Árarnar eru langar og smalar, tað spardi tilfar, og tær vóru lættar og tóku ikki nógvan vind á seg í andróðri og ikki ov tungar, tá ið krappsjógvað var í streymstrongi.
Nøkur tøl um bátar og fólk
Í 1781-82 vóru 141 vetrarbátar í Føroyum (te. seks- og áttamannafør), og manningin var 1.048 mans. Fólkatalið í landinum tá var 4.409.
Í 1813 var bátatalið 482 (te. fýra-, seks- og áttamannafør, harav 270 fýramannafør og 212 seks- og áttamannafør). Fólkatalið var tá 5.252.
Í 1903 var bátatalið 1.450 í øllum støddum, (harav 450 seks- og áttamannafør). Fólkatalið í 1901 var 15.230.
Fiskiskapur við skipum (serliga enskum sluppum) byrjaði um 1880, og flotin var um 1900 komin upp á 100 deksfør, og hann vaks í stórum. Við hvørjari slupp vóru um 20 mans, so her hava verið oman fyri 1.000 sjómenn í landinum.
Báturin í Føroyum hevur alla tíðina broytt skap alt eftir tørvi og nýtslu. Hann verður í dag gjørdur úr øðrum tilfari og nýttur til annað endamál enn teir gomlu. Nú sigla teir til stuttleika. Føroyingar hava fingið sær stuttleikabátar. Um sumrarnar ferðast teir fyri nesini og seta hvørjum øðrum stevnu á firðunum, fylkjast og fylgjast á bátastevnum kring landi.
Eitt orðatak er: “bundin er bátleysur maður”. Tað sigur nakað um, hvønn leiklut báturin hevur havt í tí føroyska samfelagnum, og hvussu stóran týdning tað hevur verið hjá monnum at fáa møguleikar at virka frítt.
Og báturin hevur enn í dag stóran týdning hjá fólkinum, her býr. Nýggir bátar koma hvønn dag. Nú eru teir mest úr glastrevju, hava stóran motor og eru skjóttgangandi.
Eisini eru feløg kring landið, sum vilja varðveita ein lítlan part av teirru gomlu mentanini og hava fingið smíðað sær róðrarbátar í gomlum sniði við árum og seglum. Teir luttaka á regattasiglingum og kappsiglingum og gera útferðir td. við skúlaflokkum og øðrum, sum á tann hátt læra eitt sindur um søgu føroyinga.
Á Toftum er felag, sum hevur tíggjamannafarið “Dvørgamoy”. Hetta er róðrarbátur við seglum hildin í gomlum sniði, tjøraður bæði uttan og innan við finskari trætjøru, sum ger, at hann nú eftir 11 árum er heilt svartur á at líta.
Men tað sær ikki svart út við umstøðunum at hava bátin her á Toftum. Kommunan hevur givið byggiloyvi, so at felagið kann byggja sær neyst eisini í gomlum sniði við grótlaðaðum veggjum og flagtekju á einum øki við Rætt, innavert bátahylin í Oyrunum.
Ætlanir vóru um, at alt økið skuldi leggjast undir betong, og kaikantur gerast allan vegin inneftir.
Men mótmæli loysir seg.
Í hesum førinum vóru ætlanirnar broyttar soleiðis, at fjøran var vard. Eitt seinasta lítla petti av fjøru við einum fiskastykki, skjeljamøl, Høgakletti, ein dráttur og Gulisteinur sluppu at liggja, júst so sum alt hevði ligið í 100 ár ella meir.
Børn kunnu spæla í fjøruni inni á Rætt.
Fólk kunnu spáka sær oman á støð og hugna sær á hesum lítla varda bletti eitt sindur burtur frá stressandi hurli og vasi, bara sita eina løtu í vesturskininum í fjørusteininum.

Góðan bátafestival altjóða arbeiðaradagin!
Regin Debess, 27.04.2010