Vi siger alligevel farvel til så mange

Seinastu árini hava vit sum sjálvstýrandi tjóð, har eingin uttanifrá hevur blandað seg, megnað at vanrøkt okkara land og samfelag í den grad, at tað skulu íløgur gerast fyri 100-tals milliónir krónur næstu árini, bert fyri at koma á eitt rímiligt tíðarhóskandi støði fyri eitt framkomið samfelag.

Okkara góða gamla postverk var við at steðga, um ikki løgtingið í bráskundi gekk eini eykajáttan á møti. Sama skilið var innan Strandferðsluna, sum í seinastu løtu fekk eina eykajáttan til millum annað eitt óegnað avloysaraskip, áðrenn ?Smyril? bleiv lagdur.

Undantaksstøðan innan almanna- og heilsuverkið hevur staðið við í áravís. Fólkaskúlin hevði sítt fyrsta og harvið søguliga verkfall. Fiskivinnan hevur ikki ráð at endurnýggja seg o. s. fr.


Loysa Føroyar, men

ikki trupulleikarnar

Hetta er ein hættislig støða at vera komin út í, men tað sum verri er, er at okkara hægsti politiski myndugleiki, við løgmanni á odda, í fullum álvara og púrasta skamleysur ferð eftir ferð leitar til Danmarkar í eini roynd at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum skjótast gjørligt, men treytirnar eru, at danir gjalda gildið tey fyrstu 15 árini.


Fullveldi fyri útvald

Ein av fullveldishøvdingunum í Suðri, Árni Brattaberg, fyrrverandi bóndi, er endurgivin fyri at siga við danskt blað: ?jeg har aldrig modtaget en krone i løn i hele mit liv, men vi skal nok klare vores selvstændighed, spørgsmålet er bare hvor meget man skal have for at nok er nok?.

Árni og vísmaðurin Herman Oskarson eru í sama blaði samdir um, at fáa vit fullveldi gerast fíggjarligu karmarnir trengri, og tað vil elva til eina fólkafráflyting, men sjálvt um vit verða 6 ? 7.000 føroyingar færri, so er tað kortini prísin vert. ?Vi siger alligevel farvel til så mange hvert eneste år?.

So vita vit tað. Fullveldi Føroyar til tey útvaldu. Palleba skal ikki vænta sær tað stóra.


Føroyar fyri allar føroyingar

Í øllum hesum fullveldismøsninum hevur Sambandsflokkurin eina greiða støðu. Vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin, hava felags grundlóg og somu ríkisborgararættindi. Vit skulu gerast meiri sjálvbjargin, og í felagsskapi varðveita og útbyggja okkara samfelag soleiðis, at komandi ættarlið fáa fjølbroyttar møguleikar. Her skal vera gott at búgva, og eingin skal føla seg noyddan at rýma av landinum.


Flemming Mikkelsen

løgtingsmaðures Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«