Síðani er leiðin løgd um hav niður í danska fólkatingið. Og ímeðan formansskapurin í fólkatinginum leitar teimum eftir hølum, leita teir sjálvir eftir skandalum rundanum oyrasund og bústaðirnar har á leið. Men higartil uttan hepna hond.
Jólini eru av, og løgtingsval er í hondum. Tað merkir sjónleik, og tað merkir tíðindaskriv.
Fogh kom til Føroya og fortaldi tað, sum hvør vanligur borgari hevur vitað síðani heimastýrislógin bleiv sett í gildi. At tit yvirtaka sum tit vilja.
Men knappliga bleiv hetta til eitt serligt frambrot og til nakað spildurnýtt. Ja, til sjeymílaferð ímóti fullveldi.
Fólk eru móð og troytt av hesum møsninum. Og tey óskrivaðu bløðini í politikki, sum skuldi vera so trúverdug og so seriøs, endaðu ímillum tey minst seriøsu og minst trúverdugu eftir bert einum einstøkum valskeiði á løgtingsbonkunum.
Nú er tað so enn einaferð sligið fast við sjeytummaseymi. Ferðin er okkara. Um hon so verður stýrd av fáfongd ella av stórlæti.