Við sorgblídni aftur av seinasta túrinum

- Hóast rækjuveiðan ikki altíð hevur givið so nógv av sær, so hevur ongatíð verið nakar trupulleiki hjá okkum at fáa manning umborð á Høgafoss, sigur skiparin Heðin Samuelsen. Í farna mánaði varð skipið lagt og bíðar nú bert eftir tvingsilssøluni.

Rækjuskip
Miðvágur: Hóast mong við spenningi hava sæð fram móti ársins longsta degi og sumrinum, so var ikki sami spenningurin umborð á rækjutrolaranum "Høgafossi" henda dagin.
Týsdagin hin 21. juni 2005 kom Høgifossur nevniliga aftur av rækjuleið, men umborð var ein heldur dapur hýrur á skipara, yvirmonnum og á manningini.
Ikki tí, - í lastini vóru 620 tons av rækjum, har tey 500 tonsini vórðu seld Rækjuvirkinum á Oyri. Tað var tó ikki hetta sum var orsøkin til ringa lagi.
Teir høvdu væntað tað í eina tíð, og fáar dagar seinni gjørdist tað eisini greitt: Høgifossur fer ikki aftur til fiskiskap enn á sinni. Hann verður lagdur á Miðvági.
Ein teirra, sum varð merktur av hesum, er sandavágsmaðurin, Heðin Samuelsen, sum hevur siglt við Høgafossi síðani hann kom til landið fyri 21 árum síðani.
- Hetta er ein sera keðilig støða. Tað var við sorgblídni, at vit vórðu noyddir at binda skipið við bryggju.
- Hetta følist serliga tungt, tí eg við árunum eri vorðin so góður við hetta arbeiðsplássið, sigur Heðin, sum hevur verið skipari umborð síðani 1988.
Høgifossur liggur nú bundin við bryggju í Miðvági. Við landgangin stendur eitt uppslag, sum sigur, at skalt tú umborð, mást tú fyrst seta teg í samband við eina fartelefon í landi. Umborð ganga menn og rudda eitt sindur upp, - alt meðan bíðað verður eftir degnum, tá tvingsilssølan skal setast í verk.
Eitt stórt, vakurt og væl útgjørt skip liggur við bryggju, - men við døprum útlitum fyri framtíðina.
Ov nógvar rækjur
Ein skal ikki hava verið nógv umborð á skipinum fyrrenn ein sær, at hetta var eitt vala skip sum fyri 21 árum síðani við góðum vónum stevndi út á rækjuleiðirnar.
Virkisfúsir menn í Sandavági lótu bátin byggja, og høvdu góðar vónir um ein fiskiskap, sum fór at kasta nógv av sær. Men tað vísti seg tó skjótt, at rækjuvinnan kom í tungan sjógv.
Teir fingu avtalur um fiskirættindi, og hóast prísurin eitt skifti var á sama støði sum í dag, so varð hórað undan, m.a. tí at oljuprísurin var á einum rímiligum støði. Men tey seinnu árini hevur aftur sansað at.
Orsøkirnar til hetta eru fleiri: Grønlendingar og canadiumenn hava fiskað sera nógvar rækjur, sum eru komnar á europeiska marknaðin. Hetta hevur so fingið prísin at fara niður í 9 til 10 kr. fyri kilo, meðan teir onkutíð hava fingið heilt upp í 20 kr. fyri somu nøgd.
Dýr olja
Hinvegin so hevur tað eisini spælt sera nógv inn, at oljuprísurin hevur verið og er framvegis methøgur, og lítið bendir á, at hann fer at lækka nakað framyvir.
Tí sær Heðin Samuelsen ikki so ljóst upp á framtíðina hjá rækjuvinnuni. Og sum hann sigur: - Ein skal ikki vera nakar stórur roknimeistari fyri at síggja, at tað ber sera illa til at halda rækjuflotanum koyrandi.
Eitt skip sum Høgifossur brúkar í miðal 11 tons av olju um dagin, har hvør liturin kostar um 3 kr. Við einum fiskiskapi uppá 10 tons um dagin fyri 8 kr. kilo, so er skilligt, at nógv er ikki eftir til raksturin, tá ein góð helvt av útreiðslunum fer til olju.
Hinvegin so vita teir um eini 4-5 føroysk rækjuloyvi, sum ikki verða brúkt. Teir hava spurt seg fyri um møguleikan at keypa okkurt av teimum. Júst tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, - líka burtursæð frá tí, at prísurin hevur verið alt, alt ov høgur.
Óheppin gongd
Heðin Samuelsen er, sum vera man, sera harmur um støðuna hjá føroyska rækjuflotanum. Men hann er ikki minst harmur um støðuna hjá tí unga fólkinum.
- Hóast rækjuveiðan ikki altíð hevur givið so nógv av sær, so hevur ongatíð verið nakar trupulleiki hjá okkum at fáa manning umborð - og her serliga dugnalig ungfólk.
- Soleiðis sum støðan er í dag, er einki arbeiði til tað unga fólkið, sum vil sleppa til skips. Og tað haldi eg er sera óheppið fyri føroyska fiskivinnu í framtíðini, sigur Heðin.
Umborð á slíkum skipum hava tey ungu fingið ein stóran kunnleika um fiskiskap og um arbeiðsgongdina umborð á einum skipi, m.a. við at bøta trolini.
Tá ein er til fiskiskap kann ein ikki bara fara til lands hvørja ferð trolið skrædnar, men tað má bøtast umborð.
- Hesi fólkini hava tí eina sera stóra vitan um trol. Spurningurin er bara, um tey fáa møguleika at gera nyttu av henni seinni, sigur Heðin, ikki sørt harmur á máli.