Við uppreistari pannu

Øll odds vóru ímóti B36, og teir megnaðu sum so heldur ikki at skapa sensatiónina. Men hvør sum ein góvu spælararnir alt, og við at spæla heldur enn sparka fótbólt, vóru føroysku meistararnir eisini við til at skapa dystin móti Fenerbache

Fótbóltur

Tað var neyvan væntandi, at B36 skuldi gera tað stóra við turkiska stórfelagið, tá farið varð á stóra leikvøllin í Istanbul mikukvøldið. Við á leið 45.000 garvillum áskoðarum var heldur ikki lagt upp til tað stóra gestablídni, og skum væntað kom B36 mest sum beinan vegin í skotlinjuna.

Longu fyrsta minuttin var talan um risa-møguleika, og Jákup Mikkelsen hevði einar tvær fínar bjargingar heilt skjótt, men spakuliga megnaðu gestirnir tó at finna kuldan í høvdinum fram, hóast higastigini á vøllinum vóru nógv í tali.
Trýstið frá Fenerbache var heldur ikki so øgiliga massivt, tá B36 hevði bóltin, og tí fingu teir lutfalsliga góðan frið at føra bóltin nakað upp á vøllin. Spakuliga otaðu teir seg longur niðan á vøllin, og eitt mál var kanska ikki heilt so veruleikafjart, sum tað onkra tíð hevur verið.
Næstur við var Sylla, tá hann sera hegnisliga dróg inn um verjuna, og var tað ikki fyri togan av verjuspælara, so var ivorianarin helst púrasta leysur. Men fríspark til B36 og gult kort til verjuspælaran var tað, sum spurdist burtur úr teirri royndini.
Tað hóvaði illa heimaáskoðarunum, og tá Anelka stutt eftir fekk gult fyri roynd at filma seg til brotsspark, var mest sum neyðugt at skrúva niður fyri sjónvarpinum. Hóast Kaj og Jóannes hoyrdust mutla okkurt, so vórðu teir púrasta yvirdoyvdir at floytandi áskoðarunum, og sjálvur stóð franska stjørnan sum eitt spurnartekin. Eisini hóast myndirnar greitt talaðu fyri, at hetta var sjónleikur.

Skotstyrkin avgerandi
At tað so eydnaðist Fenerbache at koma á talvuna beint eftir hetta, var stórt spell, tí ivaleyst var vána sjónleikurin frá fronsku stjørnuni eitt tekin um byrjandi frustratiónir hjá Fenerbache. Tað var tó lítið at gera hjá Jákupi Mikkelsen, tá verjan í fyrstu atløgu var ov sein út at blokka Appiah, og hartil var skotið frá ghanesiska landsliðsskiparanum eisini av slíkum slag, at eingin kundi verja. Knasandi turt og drønandi hart varð bólturin sendir niður í málhornið. Og bara tríggjar minuttir seinni stóð 2-0, tá Metin royndi seg úr góðum 20 metrum við sama úrsliti.
Júst hesi bæði málini vóru eisini tekin um, at tað sjáldan er nøkur einføld uppskrift, tá lið av slíkari styrki skulu steðgast. Tí veruleikin var, at B36 um hetta mundi hevði fingið gott tak á verjupartinum. Tað var ikki longur eins lætt hjá stjørnusettu vertunum at spæla seg ígjøgnum kantarnar, og tí varð longri millum veruligu málmøguleikarnar.
Men tá lið so ístaðin kunnu vísa slíka skotstyrki, so leggur tað aftur størri trýst á verjuna. Trýst um at koma longur út at møta mótstøðuni, og júst hetta førdi eisini til 3-0 málið stutt inn í seinna hálvleik. Hesa ferð kom verjan út, men bólturin varð ístaðin førdur til Anelka, sum av baklinjuni legði inn til púra blankan Tuncay.
Og harvið varð tað  næstan. Tað skerst ikki burtur, at 3-0 hevði sæð munandi vakrari út enn 4-0, og B36 megnaði at halda ímóti, til 93 minuttir vóru farnir. Tá var møðin farin at gera um seg av álvara, og tað var orsøkin til, at markeringin ikki var nóg góð, tá Turaci stútaði seinasta hornasparkið í dystinum í kassan.

Hatta var heiðurligt
Fleiri ferðir hevur verið tikið til, at tíðin við heiðurligu tapunum í føroyskum fótbólti er farin. Men hvussu tað so verður vent og snarað, so var talan um eitt av slagnum hjá B36 í Istanbul. Tí hóast bólturin er rundur, og hóast Føroyar á sinni vunnu 1-0 á Eysturríki, so skulu vit neyvan rokna við, at føroyskt lið nakran tíð megnar at basa lið av styrkini, sum Fenerbache hevur. Men hóast yvirveldið, so spældi B36 sín møguleika, og á tann hátt var liðið eisini við til at styrkja um positivu ímyndina, sum føroyskur fótbóltur hevur vunnið sær.
Og verður hartil hugsað um, hvussu ungt liðið hjá B36 í veruleikanum er  bara Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen hava altóða royndir av týdningi  so er talan um eitt framúr avrik. Eitt avrik, sum B36 bara kann vera errið um. Og fyri føroyskan fótbólt er at frøast um, at tað yvir høvur er eydnast einum føroyskum meistaraliði at koma hartil, soleiðis at tað er møguligt at fáa slíkar avbjóðingar yvirhøvur.