Viðurkenning av tí føroysku tjóðini

Sagt verður, at ein vika er long tíð í politikki, og nú hava vit enn eina ferð fingið prógv fyri hesum.

Tá henda vikan byrjaði, sá alt svart út fyri Føroyum. Danir hóreiggjaðu sær sum ongantíð fyrr, og hildu væl til standa.

 

Zakarias Wang


Men nú er viðvent í holuni. Vit fingu til okkara frøi at hoyra, at føroysku politikarnir stóðu sum ein maður ímóti tí donsku stjórnini, sum ætlaði at fáa sær ein feitan bita her í Norðuratlantshavi.

Tí í øllum tí tosi, sum er um fólkarætt og tjóðarrætt í hesum døgum, so skulu vit minnast til, at tá ið tvey lond eru gingin saman um at vera ein fólkarættarlig eind mótvegis útheiminum, so skulu framvegis fólkarættarreglur nýtast til at avgera hvat ið er rætt og skeivt í samskiftinum millum hesi framvegis sjálvstýrandi lond.

Ein av hesum reglum er, at skal annað landið gerast ein partur av hinum landinum og tjóð tess avtakast, so skal tað samtykkjast av hesum landinum sjálvum.

Av tí, at tað er fullkomin semja millum allar teir føroysku flokkarnar um, at vit aldrin hava samtykt at vit eru ein partur av donsku tjóðini, so at vit sum búgva her eru danir, er tað tí fullkomuliga greitt, at vit ikki hava slept okkara støðu sum eitt land, sum er javnbjóðis við Danmark.

Men fyri danir er støðan verri enn so.

Teir hava aktivt verið við til at samtykt at føroyingar eru ein tjóð. Hetta gjørdu teir, tá ið amtmaðurin tann 31. marts 1948 kunngjørdi heimastýrislógina á føroyskum í Kunngerðarsavninum, tí har hevur hann skrivað undir uppá, at føroyingar eru ein tjóð. Amtmaðurin var ikki hvør sum helst, tí hann kundi bert gera nakað, um stjórn hansara góðkendi tað. Helt danska stjórnin tað vera skeivt, sum amtmaðurin kunngjørdi, so kundi hon sýtt honum í at skriva undir lýsingina, men tað gjørdi stjórnin ikki.

Donsku politikararnir kunnu so í dag harmast um, at teir hava gjørt hetta, sum teir nú halda vera eitt mistak. Men tað sleppur teimum ikki undan at teir hava viðurkent ta føroysku tjóðina, og at føroysku politikarnir hava fullkomuliga rætt í tí teir siga um tjóðarrættindi okkara.