Viðv. Endurnýgging av skipaflotanum

Havi lurtað eftitr orðaskiftinum hesum viðvíkandi síðstu tíðina, men eg má finnast at, at ongin tekur mun ímillum heimnaflotan og t. d. rækuflotan, tí fortreyturnar her eru als ikki tær somu.

Nú skal eg bara viðgera rækuskipuni, tí tað haldi eg meg hava eitt sindur av skili fyri.

Rækjubátarnir fiska fyri tað mesta á internationalum øki, og vit geva ikki nakra kvotu afturfyri á Føroyskum øki (burtursæð frá tí lítla vit fáa í Eysturgrønlandi), so man kann siga, at hesi tons ella krónur, hesi skip avreiða telja næstan dubult.

Polittikarar tosa nógv um at skapa karmar um vinnuna, og her er tað vit kunnu gera eitt sindur við karmarnar, tá tað kemur til rækjubátarnar. Tí um vit skulu sammeta okkum við nógvar at teimum, sum vit kappast ímóti, t.d. á Flemmish Cap, so kann man taka Hvivltenni fyrr og nú sum eitt gott dømi. Her eru tað Íslenskir spekulantar við Eystlenskum flaggi, sum standa aftan fyri keypinum av Hvivltenni og ca 15 ørum modernaðum skipum við tveimum trolum, sum fiska rækjur á Flemmish Cap, har er Skiparin, meistarin og produktiónsformaðurin íslendarar/føroyingar og restin av manningin eru russar.

Manningarhýrurnar eru eini 15% (móti 34% á føroyskum skipum) og eisini eru arðrar útreiðslur nógv minni hjá teimum.

Hetta er also tað, sum vit skulu kappast ímóti, teir spara fleiri milliónir um árið í hýruútreislum og ørum útreislum í mun til okkum.

Støðan í dag er eisini tann, at vit útnytta als ikki alla okkara rækukvotu, og hetta viðførir so líðandi, at vit missa hesi rættindi, sum vit søguliga gjøgnum nógv ár hava forvunnið okkum, og vit fáa tey ALS ikki aftur nakrantíð.

Nei um vit ætla at behalda ella endurnýgga rækjuvinnuna, so má ein heilt onnur tankagongd til, og einasti máti, sum eg dugi at sígga, er at man ger eina DIS skipan fyri rækubátarnar ella líknandi skipan, so man er javnsettur við teir, man kappast ímóti.

Við hesari skipan fær landið ongar ella lítlar skattainntøkur av hesum skipum ella monnum, men tað er tað at velja ímillum ella ongan rækuflota at hava um nøkur ár - tá fær so ongin nakað.

Gongdin nú er ræðandi fyri okkum, tí fyri bert tveimum árum síðani máttu vit læna dagar frá grønlendarum á Flemmish Cap, men í ár leypa eini 600 dagar av, bara tað hevði verið nokk til at 2-3 rækutrolarar høvdu kunnað ligið har aftrat, so hetta eru uml. 80 mill kr í mistari inntøku bara á Flemmish Cap, og so kemur Svalbard ella Barenshavið aftrat.

Og sum treytirnar eru í dag verður als onki nýtt skip bygt, men kanska vit kunnu keypa okkurt, sum arðir kasserað.


Bjarni Petersen