Til
Anniku Olsen, Landsstýriskvinnu í Almannamálum
Heðin Mortensen, borgmeistara, Tórshavn
Metu av Fløtum, leiðari á Lágargarði
Idu Sørensen, leiðari á Ellisheiminum
Henziu Einarsson, leiðari á Tjarnargarði
Jóngerð Guttesen, leiðari á Boðanesheiminum
Ceciliu Vestureið, økisleiðari í Heimatænastuni
Petru Johnsdóttir Joensen, stjóri í Almannaverkinum
Í hesum døgum er ætlanin at flyta ergoterapeutar, sum arbeiða innan eldraøkið í Tórshavn, frá einari røktarskipan í kommununi til eina aðra røktarskipan ella at siga teimum upp. Hetta líkist einari lappaloysn, sum er til bága fyri ergoterapeutisku tænasturnar sum heild og harvið tænastuna til borgaran og samfelagið.
Afturvendandi kanningar vísa, at tað er fíggjarlig sparing í at seta ergoterapeutar í starv. At siga ergoterapeutar upp í samband við sparingar á eldraøkinum er sostatt í andsøgn við hesa vitan.
Harumframt hava ergoterapeutar sambart etisku leiðreglunum fyri ergoterapeutar m.a. skildu til at tryggja, at borgarin og samfelagið fáa gagn av ergoterapeutisku tænastunum og at gera vart við avleiðingar av avgerðum hjá myndugleikunum.
Í Noregi, Svøríki, Danmark og aðrastaðni arbeiða ergoterapeutar í ergoterapeutiskum eindum við ergoterapeutiskum leiðslum, har fokusið er endurvenjing. Hetta sæst m.a. í norsku rapportini “Hverdagsmestring og hverdagsrehabilitering” frá november 2012, sum byggir á royndirnar frá Danmark og Svøríki um rehabilitering og gerandisrehabilitering, og sum leggja stóran dent á týdningin av endurvenjingareindum við fakligum leiðslum. Í samanhanginum, sum rapportirnar eru skrivaðar í, er faklig leiðsla heilt greitt at skilja sum fysio- og ergoterapeutisk leiðsla.
Út frá hesum vilja vit:
• Mótmæla ætlanunum um at flyta ergoterapeutar innan eldraøkið í Tórshavn millum tvær røktarskipanir ella siga teimum úr starvi.
• Heita á tykkum um at samla ergoterapeutarnar innan eldraøkið Tórshavn í eina endurvenjingarskipan, heldur enn sum nú er, at teir 7 ergoterapeutarnir arbeiða í 5 ymiskum skipanum, har fokusið er røkt.
-----
Rólhild Winther
Ergoterapeutur á Lágargarði
Kirstin Ellingsgaard
Ergoterapeutur á Heilræði
Haldis Samuelsen
Ergoterapeutur á Lágargarði
Turið Jacobsen
Ergoterapeutur á Boðanesheiminum
Hallgerð Kristiansen
Ergoterapeutur á Lágargarði
Marianna V. Simonsen
Ergoterapeutur á Boðanesheiminum
Óluva Áarberg
Ergoterapeutur á Ellisheiminum og Tjarnargarði