Viðvíkjandi góð­um fjølmiðlasiði

Í blaðnum fríggjadagin, eins og á Port­al­i­num og á Rás2, bóru vit tíð­indi um 37 ára gamla Flóv­in S. Ol­sen úr Kolla­firði, sum er varð­halds­fongs­l­að­ur í Hol­landi í ein­um máli um barn­a­porno. Í sam­røðu við beiggj­an, Trónd S. Olsen, vóru nakrar út­søgn­ir um tíð­ind­ini, sum Dag­ur og Vika bar týs­kvøld­ið 16. august.

Tað sum beiggin vildi siga í grei­n­ini var, at upp­lýs­ing­ar­nar hjá sjón­varp­i­num ikki vóru rættar – at tey hava fing­ið fat­ur á ein­um goml­um á­kæruriti.
Sosialurin hevur ikki inn­lit í tær upp­­lýs­ing­ar­nar, sum sjón­varp­ið hev­ur, so vit kunnu ikki siga, at sjón­varp­ið ikki hev­ur gjørt sítt jour­na­list­iska ar­­beiði til lýt­ar og so­leið­is bor­ið ó­sann­ind­i. Vit vildu siga søg­una hjá beiggja­num, og ætl­an­in var ikki at seta nið­ur á journa­list­iska ar­beið­ið hjá Kring­varp­i­num.
Vit viðganga, at tað ikki er í tráð við góð­an fjøl­miðla­sið, at vit ikki góvu Kring­varp­i­num høvi at svara, og tí átti tað brot­ið ikki at ver­ið við, fyrr enn kring­varp­ið slapp at svara, og tí biða vit tey um­bera okkum tað.

Eirikur Lindenskov,
ábyrgdarblaðstjóri,
Sosialurin