Bárður Nielsen
løgtingsmaður
Munnligur fyrispurningur
til
Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum
Viðvíkjandi gongdina í rentunum hjá Landskassanum síðan 1998.
Kann landsstýriskvinnan útgreinað gongdina í rentu-inntøkum og útreiðslum síðan 1998 í krónum og prosentum í mun til rentuberandi skuldina pr. ár. og hvat miðalrentan hevur verið fyri tíðarskeiði.
Viðmerkingar:
Hesir spurningar verða settur til Landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum fyri, at fáa útgreinað gongdina í rentunum hjá landskassanum seinastu árini.
Eftir at landskassin hevur havt hall í fleiri ár á rað, og skuldin harvið er vaksin, verður aftur roknað við yvirskotið í 2016 og árini frameftir. Vit fegnast øll um, at vit rukku málinum vit settu okkum, um aftur at fáa javnvág á landsins fíggjarlóg í 2016.
Rentan er í løtuni metlág, og skyldast hetta lága búskaparvøksturin, sum er í heimsbúskapinum fyri tíðina. Fyri at fáa eina mynd av hvat landskassin skuldi goldið til rentur, um rentustøði hevði verið á einum støði, ið svarar til miðalrentuna seinastu árini, verður hesin spurningurin settur.
Á Løgtingi, 20. september 2016
Bárður Nielsen