Viðvíkjandi sáttmáláásetingunum millum Starsvmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

Gunnleivur Dalsgarð, formaður, f.v.


Starvsmannafelagið hevur sent Jóannesi Eidesgaard, løgmanni soljóðandi bræv:

Í okt. 2003 gjørdi Starvsmannafelagið nýggjan tvey ára sáttmála við Figgjarmálaráðið, sum ásetir at lønin hækkaði við 2.9% 1. okt. 2003 og aftur við 2.9% 1. okt. 2004, og harumframt hækkaði eftirlønargjaldið við 1% um árið somu tíðarskeið.

Fyri at ongin ivi skuldi verða um avleiðingina av hesi áseting, gjørdu vit Fíggjarnevnd løgtingsins greitt í skrivi dagfest 15.04.2004, at vit roknaðu við sum givið, at játtanarmyndugleikin heldur seg til sáttmálaásetingarnar. Um iki, so fer hetta at hava við sær óneyðugar trupuleikar, tí talan vildi jú vera um sáttmálabrot og sáttmála, ið gjørdur varð undir følskum fortreytum.

Í opnum brævi í Dimmalætting 10. juni ger Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, púra greitt, at landsstýrið ikki ætlar at halda seg til sáttmálan, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt við sama landsstýrið, og staðfestir, at játtanirnar til avtalaðu lønarbatarnar til landsins stovnar ikki kemur uppá tal og at hetta er ein politisk avgerð, sum samlaða landsstýrið hevur tikið. Fyri ordans skuld skulu vit eisini gera vart við, at talan er ikki bert um okkara sáttmálaøki, men allar sáttmálar innan almenna økið.

Vit eru skelkaði av, at landsins myndugleikar soleiðis ætla at fremja grovt álitis- og sáttmálabrot og fara at ávara landsstýrið um tær álvarsligur avleiðingarnar, sum koma at standast av slíkum grovum álopi !

Avrit av hesum skrivi er sent til Fíggjarmálaráðharran og Almannaráðharran, eins fjølmiðlar eru kunnaðir um skrivið.