Vegna Tórshavnar kommunu
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Jákup Egholm Hansen
tekniskur stjóri
---------
Víst verður til ”uppskot til løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð”, sum er sent Kommunusamskipan Føroya til hoyringar.
Fyrst skal kommunan viðmerkja, at ein hoyringsfreist á einans er 6 dagar (frá 18. til 24.) als ikki kann góðtakast fyri eitt lógaruppskot av so grundleggjandi týdningi.
Yvirskipað er Tórshavnar positiv mótvegis hesum lógaruppskoti og ætlanini at gera tunnil millum Eysturoy og Suðurstreymoy. Kortini eru ítøkiligar greinar í uppskotinum og onnur viðurskifti, ið ikki eru nøktandi fyri kommununa, og sum kommunan noyðist at gera viðmerkingar til.
Í sambandi við § 9 vil kommunan vísa á, at tørvur er á ásetingum um trygdarliga tilbúgving, reinsan av vegavatni o.l., so at Tórshavnar kommuna fíggjarliga á henda hátt kann vera skaðaleys av hesum viðurskiftum.
Í mun til § 9, stk. 1, nr. 6, so vil kommunan mótmæla, at landsstýrismaðurin einsamallur skal góðkenna endaligu tunnilsverkætlanina og tunnilin, áðrenn hann verður tikin í nýtslu. Kommunali byggimyndugleikin tykist heilt settur til viks í hesum máli, har kommunan ikki so frægt sum er hoyringsmyndugleiki. Kommunan metir ikki, at hetta lógaruppskotið samsvarar við og kann seta til viks tær heimildir og skyldur sum kommunan hevur sambært Ll. Nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytinum.
Á sama hátt vil kommunan vísandi til § 12, stk. 1 og stk. 2, mótmæla, at landsstýrismaðurin fær sær tær heimildir sum ásettar eru í Ll. Nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum, samtundis sum staðfest verður í lógaruppskotinum, at tunnilin er ikki partur av landsveganetinum. Kommunan metir, at rættartrygdin kann verða álvarsliga skeikla við slíkari lógaráseting.
Í mun til § 12, stk. 5, skal partafelagið í sambandi við íbinding í landsvegin ”gera og avhalda útreiðslurnar fyri møguliga umlegging av landsveganetinum”. Ongin orsøk er til, at partafelagið, sum fær einkarrættin, ikki eisini skal rinda kommununi fyri møguligar útreiðslur í sambandi við íbinding í kommunalan veg, soleiðis at kommunan í hesum sambandi hevur javnbjóðis rættindi at verða hildin fíggjarliga skaðaleys, sum landið við hesum lógaruppskotið vil tryggja sær sjálvum.
Kommunan saknar eisini meira ítøkiligar ætlanir um íbinding í Skálafjarðartunnilin enn tað, sum framgongur av § 13 við viðmerkingum. Víst verður í tí sambandi til býráðssamtykt frá 2006, har kommunan vísandi til § 5, stk. 3, litra 6, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir krevir av P/F Skálafjarðartunnlinum og Landsverk at fáa til góðkenningar tekningar og nærri upplýsingar um, hvussu veganetið á Kalbaksvegnum og til havnina á Sundi verður broytt í sambandi við tunnilsverkætlanina hjá P/F Skálafjarðartunnilinum. Á sama hátt verður víst til somu samtykt, har kommunan ynskir at fáa neyvar tekningar og upplýsingar um, hvørjar kommunalar og privatar jarðarognir, ið verða ávirkaðar av broytingunum av veganetinum á Kalbaksvegnum og til havnina á Sundi. Viðmerkjast kann, at kommunan hevur verið í samskifti við Vinnumálaráðið, Innlendismálaráðið og Landsverk um hesi viðurskifti.
At enda vil Tórshavnar kommuna gera vart við, at tað er neyðugt í samband við hesa verkætlan, at ein endalig loysn verður funnin viðv. nýggja innkomuvegnum til Havnar, og at løgtingið ikki útsetir hesa vegagerð longur, eins og gjørt hevur verið seinastu 2 árini. Kommunan hevur nú í áravís arbeitt fram ímóti at fáa eina semju við landsvegamyndugleikarnar um nýggja innkomuvegin, men enn er ikki komið á mál. Royndirnar frá bæði Vágatunnlinum og Norðaoyatunnlinum vísa, at tað verður eitt sokallað ”ferðslulop” tá slík tunnilssambond eru gjørd. Sum flestum kunnugt er trýsti á innfallsvegirnar til Tórshavn og á veganeti inni í Havnini longu í dag sera stórt. Kommunan gjørdi avtalu við landsstýrið um loysn á ferðslutrupuleikunum við verandi innkomuvegin (Hvítanesvegin) longu tá Kaldbakstunnilin varð gjørdur, men landið hevur onki gjørt fyri at loysa ferðslutrupuleikarnar har. Ongin ivi er um, at Skálafjarðartunnilin vil økja uppaftur meira um ferðslutrýsti á innfallsvegirnar til Havnar og á kommunala veganetið. Tí er avgjørt neyðugt, og ein treyt frá einum samdum býráðið, at nýggji innkomuvegurin verður gjørdur í samráð við ynskir kommununar beinanvegin, og undir øllum umstøðum áðrenn Skálafjarðartunnilin verður opnaður. Tað átti at verið eyðsæð fyri einhvønn, at tað nýttar lítið at fáa eina skjóta farleið undir Skálafjørðin til Havnar, fyri so at standa í eini bilarøð við íbdindingina í kommunala veganetið. Og tað vil verða úrslitið, um hesin trupuleikin ikki verður loystur.
Boðast skal at enda frá, at hesin teldupostur verður eisini sendur Innlendismálaráðnum sum borið bræv í morgin, hin 25.02.2010