Viðv. kostnaðarmiklu íløgunum til útgerð á okkara sjúkrahúsum

Føroysk Sjúkrahús kundu spart hópin av peningi til útgerð, um rætt varð borið at. Tað tykist sum leiðslan ikki hevur tær royndir, sum skulu til fyri at spara á hesum øki. Mett verður, at sparast kunnu í minsta lagi 18,75 mill. kr. um árið.

Hetta framgongur av samrøðum, sum útvarpið hevur havt við leiðandi læknar.

Ávísur adm. yvirlækni sigur enntá, at sparast kunnu 20-25% uttan trupulleikar.

Sjúkrahúsini kundu samráðst seg fram til stórar sparingar, um tey høvdu lagt seg eftir at kanna prísirnar í okkara grannalondum og í teirru egnu kommunu.

T.d. kundi útlicitering farið fram á hesum øki.

Brutto 300 mill. kr.

Landssjúkra-

húsið 231 mill. kr.

Klaksvíkar

Sjúkrahús 40 mill. kr.

Suðuroyar

Sjúkrahús 29 mill. kr.

Herav eru.

Lønar-

útreiðslur 225 mill. kr.

Rakstur 75 mill. kr.


Vinarligast,

Bent Joensen

3912 Atammik

Grønland