Viðv. ríðigøtum í Suðurstreymi

Mitt í november vendi eg mær seinast til VMS um málið at seta í stand og halda viðlíka tær gøtur í Suðurstreymi, sum LV hevur gjørt og eigur.

 

Leif Berg

vegna BERG-Hestar


Mitt í november vendi eg mær seinast til VMS um málið at seta í stand og halda viðlíka tær gøtur í Suðurstreymi, sum LV hevur gjørt og eigur. Hesar gøtur eru tær, ið verða mest brúktar til at ríða eftir, og sum tískil hava størstan týdning fyri, at tað ber til at hava ríðing sum part av ferðavinnuni í økinum.

Síðan Maria Róin ringdi til mín, eftir at hon í vár hevði lisið eitt viðtal í Sosialinum, havi eg einki frætt frá VMS, um nakað røkist fyri at fáa eina skipan við aðrar myndugleikar og stovnar um nevndu ístandgerð og viðlíkahald.

Loyvi mær at spyrja, hvussu gongst við málinum.

Loyvi mær somuleiðis at leggja við hesum brævi avrit av tí skrivi til Ferðaráðið og kort yvir nevndu gøtur, sum eg eftir áheitan frá Hera Niclasen sendi ráðnum eftir ein fund, vit høvdu um hetta mál.

Vónandi kann VMS brúka hesa frágreiðing og kortið til at seta seg betur inn í hetta fyri okkum og fyri ríðingarpartin av ferðavinnuni í Suðurstreymi lívsneyðuga mál, so at tit kunnu koma til eina niðurstøðu um at loysa málið skjótast og við best møguliga úrsliti.

Frætti kanska aftur frá tykkum so skjótt, sum tit hava hugt at hesum.