Til Bjarna Djurholm, landsstýrismaður
Vinnumálaráðið
Tinganes
100 TórshavnTórshavn, hin 4. november 2002
?????????????
Undirritaðu feløg hava fingið til ummælis nevnda lógaruppskot.
Vit kunnu ikki annað enn taka undir við, at tíðarskeiðið, har møguleiki er at fáa farloyvi, verður longt.
Vinnumálastýrið leggur eftir teimum lægstløntu
Tá Vinnumálaráðið við uppskotinum um broyting av § 12 leggur upp til, at reglan um 6 mánaðar útrokningargrundarlag innan fyri 12 mánaðirnar, verður strikað, so skulu vit harðliga mótmæla hesari broyting.
Talan er um sama uppskot, sum landsstýrismaðurin legði fram 7. november 2001 (løgtingsmál nr. 30), og í viðmerkingunum til hetta uppskot varð m.a. sagt:
Fyri tann, sum móttekur barsilspening og hevur broytingar í inntøku, hevur lógarupp-skotið við sær fyri bólkin sum heild, at tey fáa minni úr skipanini.
Hvørji er tey sum hava "broytingar í inntøkuni" ??. Jú tað eru tey tímaløntu, sum frammanundan í flestu førum hava eina miðalinntøku, sum liggur millum kr. 10.000,00 og 15.000,00 um mánaðin.
Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at ein slík skerjing í rættindunum hjá teimum sam-felagsborgarum okkara, sum frammanundan eru ringast fyri, verður framd.
Roynir Vinnumálaráðið at fjala veruligu avleiðingarnar av uppskoti teirra?
Uppskotið til nýggja orðing av § 12 er orðarætt tað sama, sum uppskotið frá 2001, men kortini so skrivar Vinnumálaráðið einki um, at avleiðingin av uppskotinum verður, at tey lægstløntu fáa minni úr skipanini.
Tá Vinnumálaráðið í november 2001 greitt ásannar, at hetta verður avleið-ingin fyri tey lægstløntu, so er tað merkisvert at sama Vinnumálaráð einki nevnir um hendan veruleika, nú tit enn einaferð royna at fáa Løgtingið at lækka útgjaldið til tey tímaløntu.
Ein kann tí hava illgruna um, at Vinnumálaráðið við vilja roynir at fjala, at avleiðingin av uppskoti teirra verður, at tey sum frammanundan er ringast fyri fíggjarliga fáa minni í barsilspeningi.
Vinnumálastýrið roynir snildisliga at tengja eina munandi lækking av upphæddini til tey lægstløntu saman við leingjan av barsilstíðarskeiðinum
Í sambandi við lógaruppskotið hevur Vinnumálaráðið tengt hetta ódámliga uppskot um skerjing í upphæddini til tey tímaløntu, saman við uppskotinum um at leingja farloyvistíðina.
Hetta er helst gjørt fyri at royna at fáa skerjingarnar í útgjaldingini til tey lægstløntu samtykta, men vit vóna at bæði samgongutinglimir og andstøðutinglimir duga at síggja taktikkin hjá Vinnumála-ráðnum og ikki lata sær linda, at slíkar skerjingar verða framdar í útgjaldingini til tey lægstløntu.
Hví skulu øll uppskot frá verandi samgongu raka tey sum frammanundan hava lægstu inntøkurnar?
Tað er hugstoytt at síggja, at uppskotini frá verandi samgongu ferð eftir ferð raka tey í samfelag okkara, sum frammanundan er ringast fyri.
Hvør er orsøkin til, at flokkar í samgonguni, sum alment siga seg vilja bøta um umstøðurnar hjá teimum sum eru ringast fyri, tykjast at hava gloymt øll hesi føgru orð, og glaðbeint taka undir við teimum mest asosialu uppskotunum frá høgravonginum í samgonguni?
Eftirlit kann forða fyri møguligari missnýtslu
Um Vinnumálaráðið heldur, at skipan verður misbrúkt, so eru tað í hvussu so ikki tey tímaløntu, sum misbrúka skipanini, tí tey hava ikki møguleika fyri at fremja slíkt missbrúk.
Vinnumálaráðið átti tí at sett eitt munagott efturlit, sum kundi forða fyri møguligum misbrúki, um tað eru slík viðurskifti, sum liggja aftanfyri ynskini um at broyta lógina.
Hví verður ikki skarvað av hjá teimum sum frammanundan forvinna kr. 35.000,00 um mánaðin?
Hvussu asosialt hetta lógaruppskot er, fáa vit veruliga prógv fyri, tá vit síggja, at Vinnumálaráðið ikki ætlar at skerja upphæddina hjá teimum sum frammanundan eru so væl fyri, at tey forvinna heilar kr. 35.000,00 um mánaðin.
Vit unna øllum løntakarum fult endurgjald fyri lønarmissin, tá hesir løntakarar fara í barsilsfarloyvi, men tað kann ikki vera rætt, at Vinnumálaráðið ætlar at lækka upphæddina munandi hjá teimum tímaløntu, tá tey fastløntu famvegis hava møguleika at fáa upp til kr. 35.000,00 um mánaðin frá barsilsskipanini. Hjá teimum tímaløntu telur hvør einasta króna.
Hvat siga hinir samgonguflokkarnir og andstøðan?
Vit eru spent at síggja hvat samgongutinglimir og andstøðan siga til hendan ágang móti teimum lægstløntu.
Vit fara at heita á allar tinglimir um at vísa aftur hesum álopi á tey lægstløntu í samfelg okkara.
Áheitan á allar limir okkara
Samstundis skulu vit boða frá, at vit fara at heita á allar limir okkara um at fylgja væl við, tá nevnda lógaruppskot kemur í Tingið, tí limir okkara fara neyvan at gloyma hvørjir flokkar verja áhugamál teirra og hvørjir flokkar eru við at skerja útgjaldið til hendan samfelagsbólk, sum frammanundan er ringast fyri í samfelag okkara.
Áheitan á Bjarna Djurholm
Við teimum grundgevingum sum vit hava víst á frammanfyri, fara vit við hesum inniliga at heita á tygum um at sleppa uppskotinum um at broyta § 12, tí hetta uppskot fer at hava sera óhepnar av-leiðingar fyri tey tímaløntu.
Við vón um at tygum eftirlíka áheitan okkara.
Avrit av hesum skrivi er sent øllum politisku flokkunum og fjølmiðlunum.
???????????
Við heilsan
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinnu felag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag