Viborg FF: B36 má ikki sleppa at tevja blóð

Høvuðsvenjarin og liðskiparin hjá Viborg FF minna á, at arbeiðið skal gerast liðugt á Tórsvølli

Jacob Friis er høvuðsvenjari hjá Viborg FF

Í kvøld klokkan 19 á Tórsvølli byrjar seinni dysturin millum B36 og Viborg í triðja umfarinum í Europa Conference League undankappingini. Viborg er á odda 3-0 frá fyrru uppgerðini. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo.

 

Viborg Folkeblad, ið er størsta blaðið í økinum kring Viborg staðfestir, at í huganum hjá teimum flestu Viborg-fjepparunum er Viborg longu víðari til Play Off umfarið, har tveir dystir móti Premier League felagnum, West Ham United bíða.

 

Men bæði høvuðsvenjarin, Jacob Friis og liðskiparin, Jeppe Grønning minna á, at arbeiðið má og skal gerast liðugt á Tórsvølli fyrst: - Ein partur av uppgávuni er nærmast, at vit skulu gloyma, at vit eru á odda 3-0. Vit skulu spæla dystin í kvøld sum støðan er 0-0. Leiðslan frá fyrra dystinum er góð at hava í bakhondini, men vit fara at spæla út frá, at vit skulu hava tamarhald á støðuni og, at vit skulu vinna dystin. Nú hava vit nærmast ikki givið nakað burtur tríggjar dystir á rað, og hesum skulu vit halda fast í, sigur Jeppe Grønning.

 

Jesper Grønning vónar, at Viborg kann gagnnýta, at B36 eru noyddir at vera meira framrættaðir enn teir vóru í dystinum í Viborg, har B36 sambært Viborg Folkeblad stóð "ekstremt" langt afturi á vøllinum.

 

- Vit eiga at minnist til, at nú er tað B36 sum er á heimavølli. Eg ætli mær ikki at tosa mótstøðuliðið upp, men tað er ein veruleiki, at B36 tapti 0-2 fyri Borac Banja Luka á útivølli, og teir vunnu 3-1 á heimavølli. So vit kunnu ikki ganga og rokna við, at vit fáa somu dystarmynd sum í tí fyrra dystinum í Viborg. Í kvøld fara at koma avbjóðingar, ið vit skulu vera til reiðar at takla, sigur Jacob Friis, høvuðsvenjari í samrøðu við Viborg Folkeblad. 

 

- Vit skulu syrgja fyri, at B36 ikki fær eina kenslu av, at teir kunnu koma aftur í uppgerðini. B36 skal merkja, at her er ikki nakað at koma eftir, sigur Jacob Friis, ið slær fast, at hann ætlar, at Viborg skal vinna dystin á Tórsvølli í kvøld. 

 

 

 

 

 

 

 

Jacob Friis er høvuðsvenjari hjá Viborg FF