Í hesum døgum vitjar Viborg Kamarkór í Føroyum og heldur nakrar konsertir. Sunnudagin sang Kamarkórið undir gudstænastuni í Vesturkirkjuni, og í kvøld kl.19.30 verður konsert í Fuglafjarðar kirkju.
Á sangskránni eru kend verk sum t.d Pater Noster, Ave Maria og Panis Angelicus. Eisini er tenorsolistur og urguspæl. Kórleiðari er Jens Chr. Hansen.
Mikudagin kl.16.00 verður konsert í Listaskálanum. Hósdagin verður vitjað á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, har konsert verður kl. 14.00. Hóskvøldið kl.19.30 verður konsert í Christianskirkjuni.