Viborg vil hava Lars

So eru aftur boð eftir okkara landsliðsvenjara í Danmark

Bold.dk skrivar í dag, at Viborg hevur føroyska landsliðsvenjara ovast á ynskilistanum, saman við fyrrverandi Brøndby venjaranum, Auri Skarbalius, og landsliðsvenjaranum hjá Tansania, Kim Poulsen.

 

Ove Christensen takkaði fyri seg í Viborg um vikuskiftið, tí hann hevur so stórar trupulleikar av knænum, at hann ikki metir seg kunna reka starvið sum venjari hjá Viborg.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Lars Olsen er settur í samband við donsk feløg. Hann hevur fyrr verið settur í samband við millum annað Brøndby og Silkeborg.

 

Hann hevur fyrr meldað út, at hann ikki er sinnaður at skifta, eftir at FSF og hann longdu sáttmála fyri komandi undankapping.