Victor Nielsen HD prógv í roknskapi

   

Victor Nielsen, skásettur grannskoðari í Klaksvík, hevur lokið HD prógv í roknskapi á Handilsháskúlanum í Århus. Victor, ið er 41 ára gamal, varð útbúgvin bókhaldari í 1981, tók hægri handilsskúlaprógv í 1983, starvaðist á grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein frá 1983-86 og var m.a. roknskaparleiðari hjá Føroya Fiska-virking í Fuglafirði frá 1992-95. Victor gjørdist skrásettur grannskoðari í 1995 og yvirtók sam-stundis bókhalds- og grannskoðaravirkið Føroyabók í Klaksvík.