Formaðurin í Miðflokkinum, sum sambært veljarakanningum eigur 1,7 pst. av atkvøðunum, heldur ikki, at tað skaðar flokkin, at hann ikki var umboðaður á fólkatingsvalinum.
Hann vil heldur ikki siga, hvør flokkur fær hansara atkvøðu, men bert, at hann var á vali, og at hann valdi tann persón, sum stendur sjónarmiðunum hjá Miðflokkinum nærmast.
Fólkatings- og Løgtingsval er hvør sítt
? Skaðar tað ikki løgtingsvalið komandi, at Miðflokkurin ikki stillaði upp til danska tingið?
? Nei, als ikki. Fólkatingsvalið er ein kapping millum tveir flokkar um, hvør fær umboðan. Tá tað ikki kunnu vera meir enn tvey umboð, talan er um, so fær tað ikki verið øðrvísi. Hjá teimum smáu flokkunum er støðan tann, at teir ikki hava møguleika at fáa umboð í Fólaktingið, og tí tænir tað ongum endamáli at stilla upp.
? Fyri tað um t.d. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin verða sigursharrar á fólkatingsvalinum, so er tað ikki vist, at teir verða tað á løgtingsvalinum sigur Tordur Niclasen
? Hvar heldur tú um politisku støðuna, nú fleiri tinglimir skifta flokk?
? Vit búgva í einum demokratiskum landi, og tað gevur fólki møguleika at skifta flokk, so tað er í lagi. Kann hann ikki yvirliva í einum flokki, er væl skiljandi at hann leitar sær annan flokk, har møguleikarnir eru størri, sigur Tordur Niclasen.
- Annars haldi eg, at atgerðin hjá Kristiani Magnussen at fara í Javnaðarflokkin úr Verkamannafylkingini, ið varð stovnað sum mótmæli móti Javnaðarflokkinum, er løgin.
? Hansara politiska støði er grundað á ónøgdina við sama flokk, má standa í andsøgn til politiska uppruna hansara. Tað er at lumpa og misbrúka álitið á veljarar sínar, sum valdu hann inn á ting, sigur formaðurin í Miðflokkinum, sum sjálvur fór úr KrF og stovnaði Miðflokkin.
Klandur og stríð, um eg varð verandi
? Hvør munur er á tær, Kristiani og Finnboga Arge, í tí at skifta flokk?
? Tað velst um orsøkirnar. Hjá Kristiani Magnussen er flokkurin ikki til longur fyri honum,og viðvíkjandi Finnboga Arge, so var hann ónøgdur við førda politikkin í Sambandsflokkinum.
- Sjálvandi skulu slíkar broytingar ikki gerast í óður verki, men vit, sum vóru í KrF, sóu okkum ongan útveg.
Vórðu vit verandi saman, fór tað bert at føra til klandur og meiningsleyst stríð. Tí var tað best at flokkurin og eg skiltust, sigur Tordur Niclasen.
Hann angraði ikki hesa avgerð. Miðflokkurin fekk tveir mans á ting - og tað var sama umboðan, sum KrF hevði, áðrenn Tordur fór.