Tað eydnaðist ikki løgregluni - í fyrsta umfari - at taka ein førara á motorsúkklu, sum løgreglan fegin vildi hava fatur á.
Hendingin fór fram í havnargøtum í gjárkvøldið, tá løgreglubilur við útrykningi koyrdi aftan á motorsúkkluføraranum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at málið snúði seg um ferð, og at førarin á motorsúkkluni vildi ikki steðga.
- Vit vita, hvat slag motorsúkklan er, og vit hava tað mesta av nummarspjaldrinum. So, tann, sum eigur súkkluna, kann vænta at hoyra frá okkum, sigur vaktleiðarin.